Í valstríðnum, í vár, nam okkurt valevni við spurningin um tilfeingi og tilfeingisrentu. Onkrar einstakar greinar hava eisini verið í føroysku bløðunum seinasta árið um evnið, umframt, at Búskaparráðið, formaðurin og skrivarin í ráðnum, sera skilagott hava viðgjørt evnið.
Meti at júst hetta evnið í framtíðini fer at merkja føroyskan "vinstra ? høgra politikk".
Á vælferðarøkinum eru allir flokkar so gott sum samdir, men tá tað snýr seg um tilfeingi og tá serliga tilfeingisrentu er allarhelst langt ímillum flokkarnar. Ein lítil viðmerking frá Jóannesi Eidesgaard um ein almennan fiskidagabanka, fekk løgmann at reisa uggafjarðarnar í sendingini, sunnukvøldið fyri valið. Her kom týðiliga til sjóndar at javnaðarflokk-urin og fólkaflokkurin ikki drógu somu línu.
Í stevnumiðum Javnaðarflokksins verður nomið við ein almennan fiskidagabanka. Hetta skal helst skiljast á tann hátt, at flokkurin tekur undir við at tilfeingisrentan í fiskivinnuni, skal koma almenn-ing-inum tilgóðar. Tjóðveldis-flokkurin hevur líknandi orðing í sínum stevnumiðum, umframt at tjóðveldisflokkurin slær fæst, at alt náttúrutilfeingi er ogn Før-oya Fólks, og skal hetta staðfestast í Grundlógini.
Miðflokkurin sigur í sínari skrá at fiskatilfeingi er ogn Føroya Fólks. Tað sær ikki út til at Miðflokk-urin hevur tikið støðu til rentuna.
Sjálvstýrisflokkurin sig-ur, at alt tilfeingi á landi sjógvi og undirgrund er ogn Føroya Fólks, men heldur ikki her verður nakað nevnt um tilfeingisrentuna.
Sostatt sær út til at javn-aðarflokkurin og tjóðveld-isflokkurin í spurninginum um fiskatilfeingisrentu eru nøkulunda samdir, meðan fólkaflokksmanningin helst hevur eina aðra meining, sum viðmerkingin frá Anfinni Kallsberg bar boð um, hóast stevnuskrá Fólkafloksins ikki nevnir nakað ítøkuligt hesum viðvíkjandi.
Hesir tríggir flokkarnir eru helst teir, sum hava tær mest avgjørdu meiningarnar um evnið.
Sambandsflokkurin ger í sínum stevnumiðum ikki so nógv burtúr hesum evni.
Samanumtikið sær ikki út til at tilfeingisspurningurin hevur stóra rúmd í stevnumiðunum hjá føroysku politisku flokkunum.
Teir flokkar, sum nevna evnið í stevnuskráðunum, nema at kalla bert við fiskatilfeingi.
Men hvat snýr hetta so seg um? Hvat er tilfeingi og hvat er tilfeingisrenta?
Tilfeingi er tað sama, sum danir og normenn rópa fyri "ressourcer", og verður hetta oftast brúkt um fiskastovnar og um oljuna í undirgrundini. Eisini er vanligt at júst fiskur og olja verða býtt upp í tilfeingi, sum verður endurnýggja (fiskur) og tilfeingi, sum ikki verður endurnýggja (olja). Felags fyri fisk og olju er at bæði kunna troytast við búskaparligum vinningi
Fiskastovnarnir og oljan eru sum sagt tilfeingi, sum bæði hava stóran búskaparligan týdning, men harafturat hava vit nógv annað tilfeingi, sum hava ella møguliga fara at fáa stóran búskaparligan týdning, nevnast kann m. a.:
Alifirðirnir.
Vatn, m.a. til orku.
Streymur og alda.
Vindur.
Luftin, eisini radiobylgj-
ur til fartelefonir o. a..
Fólkið, sum her býr.
Jørðin, dyrka sum
ódyrka.
Fuglur og annað livandi.
Arva(gen)-tilfeingi!?
o.s.v.
Soleiðis kann haldast fram við at nevna ymiskt, sum meira ella minni fevnur um hugtakið tilfeingi. Tað, sum hevur størstan almennan áhuga er, um viðkomandi tilfeingi gevur búskaparligt avkast til tann, sum eigur (tilfeingisrentu).
Tí er OGNARRÆTTURIN avgerandi í tilfeingisspurninginum.
Er tað ogn Føroya Fólks (Tjóðarogn) ella er tað privat ogn (einstaklingar og feløg)?
Er tilfeingi á privatum hondum t.d eitt jarðarstykkið, er sjálvandi ongin ivi um hvør fær rentuna ella avkastið. Eigur ein privatur pengar á bók er heldur eingin ivi um hvør fær rentuna. Sjálvandi hann, sum hevur ognarrættin til bókina.
Er tilfeingi hinvegin Tjóðarogn, er støðan ein onnur. Løgtingið hevur sjálvandi ongan møguleika fyri at fara til skips ella at ala laks, útvinna olju ella at røkja jørðina.
Tí er neyðugt at Løgtingið, ígjøgnum Landsstýrið, letur øðrum brúksrættin til tað tilfeingi, sum er Tjóðarogn, og sum gevur búskaparligt avkast.
Tilfeingisrentan verður tá tann leiga, renta ella prísur, sum Landsstýrið fær fyri nýtslurættin.
Hetta kann m.a. gerast við at bjóða viðkomandi tilfeingi út í fríari kapping, eins og Búskaparráðið mælir til í samband við brúksrættin til fiskatilfeingi.
Aðrir mátar finnast eisini, eitt nú avgjaldsskipanir, sum eru tengdar at framleiðsluni, ella loyvisgjøld. Eitt nú hava teir føroysku festibóndirnir í nógv ár goldið eitt ávíst gjald til jarðarráðið sum leiga fyri landsjørðina. Tey seinni árini hevur henda leiga tó bert havt symbolskan týdning. Fyrr í tíðini var leigan tó ein stórur kostnaður fyri garðin.
Í okkara oljulóggávu er eisini heimild fyri at ásett verður ein tilfeingisrenta. Tey oljufeløg, sum higartil hava fingið leitingarloyvi skulu, um tey fara at framleiða olju, gjalda 2% av bruttoframleiðsluvirðinum í framleiðalugjaldi. Her verður tilfeingisrentan nevnd "royalty".
Óivað eru eisini onnur dømir um almenna áseting av tilfeingisrentu. Hetta merkir, at í roynd og veru er hetta nakað, sum ikki er heilt ókent fyri okkum.
Í privatu vinnuni er hugtakið tilfeingisrenta væl kent. Her hjá okkum kenna vit jú væl til at fiskidagar, kvotur og fiskiloyvir verða handlaði. Og ikki minst haruhagarnir, sum er eitt gott dømi um sølu av tilfeingi á fría marknaðinum. Lagt kann vera tilmerkis at tað er brúksrætturin, og ikki ognarrætturin, sum verður handlaður fyri eitt ávíst tíðarskeið.
Tað er heilt greitt, at tá ávís fólk ella feløg fáa brúksrætt yvir onkrum avmarkaðum almennum tilfeingi, so skerjir tað møguleikan hjá øðrum at fáa lut í rættindunum. Tvs. at vit lata nøkur fáa ein framíhjá rætt, sum ikki øll kunnu fáa. Tað er tí ikki so løgið, at hann/hon, sum fær hendan rættin frammum onnur, rindar fyri hann.
Tá tað snýr seg um brúksrættin av almennum tilfeingi (Tjóðarognini), er neyðugt, at vit í framtíðini finna ein leist, sum Føroya Fólk kann taka undir við. Skal brúksrætturin til alt tilfeingi, ella partar av tí, bjóðast út í fríari kapping, skulu vit áleggja avgjøld, ella skulu vit kanska finna eina heilt aðra skipan?
Íslendska Altingið setti fyri nøkrum árum síðani ein bólk, sum skuldi koma við eini tilráðing um tað íslendska tilfeingi.
Bólkurin lat í 2000 eitt álit úr hondum. Sjálvt um niðurstøðan í álitinum varð nakað tannleys, við tað at onkrir limir í bólkinum ikki kundu taka undir við øllum, er nógv áhugavert og forvitnisligt í hesum áliti.
Hóskandi hevði tí verið, at vit føroyingar eisini fóru í holt við eina tílíka verkætlan, sum so kundi verið grundarlagið undir einum framtíðar føroyskum tilfeingispolitikki.
Helst skuldi ein tílík verkætlan lagt upp til at Løgtingið fekk møguleika fyri støðutakan til eina yvirskipaða tilfeingislóggávu.
Ein tílík lóggáva kundi m.a. eisini enda við, at vit ístaðin fyri fiskivinnumála-, vinnumála-, og oljumálaráð, fingu eitt tilfeingismálaráð, sum so umsat alt okkara tilfeingi.