Tilhaldið í Tórsgøtu góða undirtøku

Fyri stuttari tíð síðan, lat upp tilhald í gamla Føroya Banka í Tórsgøtu og tað hevur verið stak væl móttikið sigur nevndin í tíðinda- og takkarskrivið

Tað man hava verið harðliga tiltrongt - Tilhaldið í Tórsgøtu, tí tað hevur fingið so sera góða undirtøku.

Fyrstu vikuna opið var, vóru ikki færri enn 272 fólk inni og vitjaðu og tað hóast veðrið var rættiliga baldrut.

Men hóast tað frammanundan mest varð tosað um, at tilhaldið var ætlað eldri fólki, so hava bæði yngri og eldri verið á vitjan.

Seinasta fríggjadag vóru børn úr Dr. Ingridar Barnagarði og vitjaðu.

Tey hugnaðu sær eina løtu í tilhaldinum - sungu og fingu saft og smákøkur.

Týsdagin vóru gestir av Lágargarði inni á gólvinum.

Og øll eru tey samd um, at hølini eru stak hugnalig.

Komandi mánadag og týsdag verður opið hús, har ein og hvør kann koma við hugskotum og uppskotum - Hyde Park Corner, kallast tað.

Nú Tilhaldið hevur latið upp er onkur sum hevur spurt, um tað er neyðugt at verða limur fyri at koma inn, men so er ikki. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Jákup Lindenskov sigur, at nevndin fyri Tilhaldið er stak væl nøgd við undirtøkuna, sum hølið hevur fingið frá byrjan.

? Vit vilja samstundis nýta høvið at takka bæði einstaklingum og stovnum fyri tær stórfingnu gávur og blómuheilsanir vit fingu, tá Tilhaldið lat upp.

Tað er vert at leggja afturat, at pensjonistafelagið í Havn hevur innivist í Tilhaldinum hvørt hóskvøld.