- Endamálið er ikki at leggja skúlar niður. Endamálið er at fáa eina betri undirvísing.
Tað er orsøkin til at tey í Sunda kommunu hava tikið stig til at samskipa allan skúlaskapin í økinum, sigur Kim Durhuus, borgarstjóri.
Í løtuni eru seks skúlar í kommununi umframt framhaldsdeildin í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, har næmingar av Eiði eisini ganga.
Borgarstjórin sigur, at mentamálaráðið hevur lagt upp til finna eitt royndarøki, har skúlaskapurin verður savnaður í størri eindir fyri at fáa betri skúlar og betri undirvísing.
- Í tí sambandi hava vit so havt følara frammi fyri at vita um mentamálaráðið hevur áhuga fyri at gera um at brúka Sunda kommunu sum royndarøki.
Og tað hevur mentamálaráðið áhuga í.
- Vit vilja fegin fáa sum mest burtur úr teimum krónum, vit brúka upp á skúlaskapin í Kommununi og samstundis eru vit sannførd um, at samskipa vit skúlaskapin í størri eindir, fer tað at geva eina betri undirvísing, sigur Kim Durhuus.
Tað er okkara fremsta raðfesting, leggur hann afturat.
Hann leggur afturat, at tað snýr seg eisini um at leggja skúlaskapin so til rættis, at tað eggjar lærarum til at søkja og sum støðan er nú, er tað tórført hjá teimum smáu bygdaskúlunum at fáa lærarar.
Hann staðfestir eisini, at mentamálaráðið hevur gjørt vart við, at framyvir skulu vit ikki vænta, at játtanin til fólkaskúlan fer at veksa og at tað tí er neyðugt at gagnnýta játtanina sum best.
Eitt skúlaøki
Í hesum sambandi verður lagt upp til at gera alla Sunda Kommunu og Eiði til eitt felags skúlaøki og at samskipa skúlaskapin í økinum.
Verður Felagsskúlin á Oyrarbakka taldur við, eru útvið 350 skúlanæmngar í økinum.
Á Eiði hava tey ikki tikið støðu til málið enn, men tað fara tey væntandi at gera beint eftir summarfrítíðina.
- Men verður Eiði ikki við, ætla vit kortini at arbeiða víðari við ætlanini, men so verður tað bara Sunda kommuna, sum verður skipað í eitt felags skúlaøki, sigur Borgarstjórin.
Kortini ásannar Kim Durhuus, at tað skerst ikki burtur, at verður skúlaskapurin savnaður í størri eindir, verða tað eisini færri skúlar og sostatt eisini færri skúlabygningar hjá kommununi at halda.
- Men tað skuldi so aftur gjørt kommununa føra fyri at gagnnýtt játtanina til skúlarnar betri, leggur hann afturat.