Tillukku góða Annika!

Aldurin hevur ongan týdning  hvørki á børnunum, sangunum ella á Anniku Hoydal. Tað var hugnaliga familjukonsertin Til børnini hjá børnunum frá Anniku Hoydal á Gamla Meiarínum leygardagin eitt stuttligt dømi um

Børn í øllum aldri høvdu leitað sær á konsertina, har Annika og tónleikararnir Eyðun, Jógvan og Kaj sungu teir flestu av teimum gomlu, kendu barnasangunum, sum tey vaksnu hava gingið og murrað, so langt vit øll minnast. Og tá Annika sang Rottur gnaga, Blunda, blunda, Eg fór mær til Gjáar og allar hinar, vóru tað ikki bara tey vaksnu børnini, sum sungu við. Ivaleyst hava tey eisini sungið hesar sangirnar fyri teirra børnum, tí eisini tey kendu bæði orð og løg.
Annika sang eisini fleiri av sangunum av nýggju fløguni Til børnini hjá børnunum, sum kom út í síðstu viku. Nýggju sangirnir eru ikki so kendir enn, men tað verða teir uttan iva, tí børnini hjá børnunum sungu við av fullum huga. Og hvør veit, kanska fara tey at læra foreldrini at murra við sanginum um Grátt undir steini, Mykjufluguna í Mykinesi og allar hinar.
Hetta var eisini ein heilt serligur dagur hjá Anniku, tí hon fylti jú 60 ár leygardagin. Sum vera man slapp hon ikki av pallinum aftur, fyrr enn øll høvdu sungið Tillukku góða Annika og tónleikararnir høvdu givið henni eina gávu  - eitt fínt føroyskt turriklæð, sum Annika spent koyrdi um hálsin beinanvegin.