- So skjótt gongur tíðin. Longu 15 ár í dag, 07.04.2018, síðan Norröna skifti flagg og ognarskap hin 07.04.2003.
Tað skrivar Henrik Hammer, skipari á Norrönu, á sínari Facebook-síðu í dag.
Hann leggur aftrat, at mangt er hent á leiðini til í dag, men heldur, at føroyingar eiga at fegnast og vera glaðir og stoltir av at hava hetta skip og felag - og at tað nú gongst felagnum væl í hesum tíðum.
- Tillukku Norröna og Smyril Line og mugu tit hava nógvar góðar túrar um hav nógv ár framyvir. Tað hevur eisini verið ein sonn frøi at tænt hesum felag í so mong ár og vóni, at tað verða mong aftrat, skrivar Henrik Hammer.