Á Love Is Dead sleppa vit endiliga at uppliva góðu lagskrivingina og eyðkendu røddina hjá Guðrið Hansdóttir á fløgu. Guðrið hevur á fløguni savnað ein bólk, ið gevur løgunum hjá henni júst tað skap, ið hon imyndaði sær, at tey skuldu hava. Fløgan er í stóran mun borðin av góðu melodiiunum frálíku songrøddini og sorgblídni. Hetta er beinrakin poppur, ið hevur vunnið hjørtuni á føroyingum. Á 15 teimum bestu hevur Guðrið gingið sína sigursgongd við fleiri løgum, og fløgan umboðar størsta gjøgnumbrot á føroysak tónleikapallinum í ár.
Atkvøð fyri Love Is Dead sum bestu fløgu við at smsa: pla bu3 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon