Bókin Gudahøvd, eftir Jóanis Nielsen, er tilnevnd at fáa bókmentaviðursløn norðurlandaráðsins. Í ár er sættu ferð, at verk eftir Jóanis Nielsen er tilnevnt, men hann hevur ongantíð vunnið viðurslønina enn.
Í fylgi dagbladet.no, tekur Jóanis Nielsen allar tilnevningarnar við einum smíli, og sigur, at føroysku tilnevningarnar eru deildar millum hann, Tóroddur Poulsen og Carl Johan Jensen, sum báðir áður hava fingið fimm tilnevningar hvør, og heldur ikki hava vunnið viðurslønina enn.
Tær seks tilnevningarnar hevur Jóanis Nielsen fingið yvir eitt longri tíðarskeið, yvir 30 ár, síðan hann byrjaði at skriva.
Bókmentaviðursløn norðurlandaráðsins verður handað tann 30 Oktober í Oslo, og vinnarin fær 350.000 danskar krónir. Meiningin við viðurslønini er, at skapa áhuga fyri mentan, ritum, og málunum hjá londunum rundan um okkum. Tað eru norðurlendsk rit, skrivaði á einum av norðurlendsku málunum, sum kunna blíva tilnevnd.