2008 hevur verið eitt stórt ár hjá Teiti Lassen og endar við, at hann fjórða ár á rað er í uppskoti til heiðurin besti sangari Planet Awards. Hetta er eitt ár har gittarin er lagdur til viks, og røddin er vorðin primera ljóðførið. Við fløguni The Singer royndi Teitur nýggjar og slóðbrótandi leiðir, har hansara rødd gjørdist melodiska kjarnan í eini tónleikamynd, ið onkuntíð var serstakliga alternativ. Fløgan legði ummælarar fyri føturnar á dámliga havnarmanninum og lat pallar upp, ið áður hava verið lukkað land fyri Teit. Hetta gav honum tildømis heiðurin at lata upp appilsingula pallin upp á ársins Roskilde Festivali, og fyri stuttum stóð hann á palli í Operaini í Keypmannahavn við Undirhaldsorkestrinum hjá Danmarks Radio í rygginum.
Fyri at atkvøða fyri Teiti send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bs 3. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.