Tað er ógvuliga óheppi, at tinglimir føra fram misskiljingar um ES, tí støðan er og hevur altíð verið púra greið: Vit fáa ikki undantaksloyvi frá ES, sigur Jørgen Niclasen Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í Kollafirði kundi formaður floksins og uttanríkismálaráðharrin, Jørgen Niclasen, boða frá, at eftir tíðindafund hjá fólkatingslimi Sambandsflokkinum, setti uttanríkismálaráðharrin seg í samband við Brüssells.
- Vit hava alla tíðina fingið at vita, at føroyskur limaskapur er trupul, og at tað er púra útilokað, at føroyingar fáa undantaksloyvi sjálvir at umsita fiskivinuna, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur víðari, at tíðindir í føroyskum miðlum beinanvegin liggja á borðinum hjá kommiserunum í Brüssells, og at tað var heilt týðiligt, at tað ørkymlaði niðri í ES.
Váttað var, at ein døgurði hevði verið, har Edmund Joensen og Olli Rehn høvdu tosað saman, men at talan var um ein privatan døgurða, og at Olli Rehn á ongan hátt hevði svarað nakað upp á føroyskan limaskap og als ikki nakra serskipan fyri fiskivinnuna, heilt einfalt tí hetta ikki er nakað, sum hann hevur við at gera.
- Vit hava sendistovu í Brüsselles, og eru í leypandi kontakt við hana. Bæði Anfinn Kallsberg sum løgmaður, og aftur Jóannes Eidesgaard sum løgmaður og nú seinast Tórbjørn Jacobsen sum fiskimálaráðharri hava sett spurningin um føroyskan ES-limaskap fram, og allar trðíggjar ferðirnar hevur svarið verið tað sama: Tað kemur ikki upp á tal at føroyingar sjálvir sleppa at umsita fiskivinnumál í einum møguligum føroysku ES-limaskapi, sigur Jørgen Niclasen.