Útilokar ikki uppsagnir

Tað er okkara uppgáva at finna neyðugu 20 milliónirnar at fíggja lønarhækkingina við, men harvið ikki sagt, at uppsagnir ikki kunnu koma fyri, sigur Jóannes Eidesgaard. Út frá teimum fyritreytum, sum fyrilógu, heldur fíggjarmálaráðharrin, at semjan á almenna arbeiðsmarknaðinum er nøktandi.

Út frá teirri sannroynd, at semingsuppskotið í gjáramorgunin kostaði 2,9% lønarhækking komandi ár, er semjan nøktandi, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann sigur, at sum búskaparligu útlitini eru beint nú, var 3,6% yvir tvey ár ein alt í verðini ov stór lønarhækking.

Eg metti tað vera óamanaverk at lata eina lønarhækking á 2,9% í 2012. Tí var tað altavgerandi at fáa tann partin burtur, og tað eydnaðist við at gera ein eittára sáttmála, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann sigur, at hóast lønarhækkingin er kvart prosent hægri fyri komandi ár enn tað, sum fyrilá, slapst undan einum lemjandi verkfalli.

Fíggjarmálaráðharrin hevur áður sagt, at lønarkarmurin skal haldast. Merkir tað so, at umleið 60 almenn starvsfólk ? sum svarar til lønarhækkingina á 20 milliónir krónur ? nú verða uppsøgd.

Nei, tað merkir tað ikki. Men vit kunnu ongantíð garantera, at eingin verður uppsagdur. Tað er tó klárt, at karmurin skal haldast, og tí er neyðugt at ganga ígjøgnum bygnaðin aftur og finna neyðugu sparingarnar, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann sigur, at útvegir skulu finnast, so karmurin heldur.

Tað skal bera til. Tað er okkara uppgáva at finna eina loysn, so tað ber til, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.