TÍÐINDASKRIV FRÁ DIABETESFELAGNUM;
Á skránni verður m.a. prát um, hvussu tað er at vera barn við diabetes, og hvussu tað er at vera foreldur at barni við diabetes. Sálarfrøðingur kemur eisini at greiða frá tí sálarfrøðisliga sjónarhorninum á at hava kroniska sjúku, so sum diabetes.
Og í høllunum á Glasi er nóg mikið av plássi til børnini at hugna sær í, har onkur kemur at halda tey virkin við spæli.
Byrjað verður kl. 11, og varðar tiltakið til kl. 15. Okkurt verður til matna.
Tiltakið er ókeypis og bert fyri limir. Tilmelding skal gerast í seinasta lagi mikudagin 20. august við at skriva til Diabetesfelagið á diabetesfelagid(at)gmail.com.