- Mentanarnáttin á Tvøroyri 2018 er nú farin afturum. Fyrireikingarnar byrjaðu longu í fjør, og arbeitt varð miðvíst við at fáa eina líkinda skrá upp at standa. Nógvir fundir vórðu hildnir, nógvir teldupostar vórðu sendir og óteljandi telefonsamrøður vóru partur av tilgongdini.
Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu. Lagt verður aftrat, at syrgiliga støðan hin 6. juli gjørdi, at mentanarnáttin varð útsett til 20. juli, og tað vóru tí nakrir spentir fyrireikarar, sum sóu fram til dagin.
- Dagin fyri mentanarnáttina, hin 19. juni, regnaði av grimd, men veðurforsøgnirnar søgdu hvør sum ein, at fríggjadagurin skuldi gerast góður. Føroyingar vita tó, at einki er vist, tá tað kemur til veður og vind. Tí var gleðin stór, tá tað gjørdist okkum greitt, at veðrið vísti seg frá sínu bestu síðu.
Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at í fagrasta veðri henda lýggja summardag varð mentanarnáttin 2018 sett í gongd. Miðbýurin var á tremur av tiltøkum, og longu frá byrjan av var nógv fólk at síggja í býnum. Tónleikur, barnatiltøk, fyrilestrar, matur og mangt annað var at finna í rúgvusmiklu skránni.
- Sum fyrireikari hevur tú tað best, tá tað, tú hevur arbeitt við leingi, vísir seg at rigga. Mentanarnáttin var eitt dømi um eitt tiltak, har alt gekk upp í eina hægri eind, siga tey í Tvøroyrar kommunu.