Tilvild leiddi Maritu í borgarstjórasess

- Eg hevði ongar ætlanir um at fara upp í politikk. Tey ringdu til mín, og eg segði, at eg ikki hevði ætlað mær at stillað upp, sigur Marita Sumberg, sum nú er borgarstjóri í Viðareiðis kommunu.

 

Hin 1. januar setti 39 ára gamla, Marita Sumberg, seg í borgarstjórastólin í Viðareiðis kommunu. Seint í heyst tók kommunustýrið avgerð um, at borgarstjórastarvið skal vera fulltíðarstarv. Tí hevur nývaldi borgarstjórin, sum annars er sjúkrarøktarfrøðingur, fingið farloyvi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað var bara ein listi til kommunuvalið á Viðareiði, og ikki sørt óvæntað fyri Maritu Sumberg gjørdist hon fyrst vald við 51 atkvøðum. Borgarstjórin seinastu skeiðini, Hans Jákup Kallsberg, endaði á øðrum pláss við 38 atkvøðum, og er nú varaborgarstjóri.

Hetta er annað skeiðið í bygdarráðnum hjá Maritu Sumberg.

- Jú, eg gjørdist rættiliga ovfarin av góða valúrslitinum. Eg eri viðingur, men okkara familja er ikki serliga stór. Vanliga plaga tveir listar at vera her í kommununi, tó at her ikki verður stillað upp politiskt. Men, hesaferð var bara hin eini listin við níggju valevnum. Hetta helt kortini ikki fólki aftur í at fara á val, tí valluttøkan var góð, sum hon vanliga er her í kommununi, 91 prosent.

Nývaldi borgarstjórin ásannar, at tað meira var av tilvild, at hon kom á lista og varð vald í bygdarráðið á kommunuvalinum í 2016.

- Eg hevði ongar ætlanir um at fara upp í politikk. Tey ringdu til mín, og eg segði, at eg ikki hevði ætlað mær at stillað upp. Svarið, eg fekk, var, at eg hevði ikki rætt til at bera meg undan. Eg flenti bara, men tá til stykkist kom, og valið var av, kom eg inn í kommunustýrið sum seinast vald við 19 atkvøðum.

Í VikuskiftisSosialinum, sum kann keypast í sølubúðunum kring landið, er ein størri samrøða við Maritu Sumberg, sum las sjúkrarøktarfrøði í Danmark, har familjan búði í nøkur ár. Hon arbeiddi eisini á donskum sjúkrahúsi, áðrenn familjan flutti heim aftur til Føroya at búgva. Eitt skifti í 2020 starvaðist hon eisini á koronu-deildini undir Landssjúkrahúsinum.