Tilvild og mentan

Tá tú hevur eina mentamálanevnd í einum býráð, hugsar tú, at hetta borgar fyri einum væl viðgjørdum og skilagott tilevnaðum mentanarpolitikki. Men tað er ikki sjálvsagt.

Eftir eitt ár í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð má eg siga, at har verða sjáldan viðgjørdar tær stóru linjurnar í einum mentanarpolitikki fyri býin og kommununa. Heldur tvørturímóti.

Tá tað kemur til støðutakan til mentanarpolitisk mál, snýr tað seg ofta um at taka undir við (ella havna) umsóknum um at játta studning til tiltøk og ætlanir innan ymsar frítíðar- og listagreinir.

Slíkar umsóknir koma inn alt árið og verða í prinsippinum lagdar fyri nevndina tvær ferðir. Hon tekur so støðu og játtar tilsamans 425.00 krónur í smáum bitum.

Hesir bitar koma sjálvsagt væl við har, sum teir detta niður, og teir eru eisini tekin um, hvat kommunan vil stuðla.

Men hetta liggur fjart frá einum yvirskipaðum mentanarpolitikki, og er heldur ikki ein politikkur, sum ger hol í sjógvin.

Hesar 425.000 krónurnar eru umleið tíggjundaparturin av allari studningsjáttanini til mentamál. Hinar 4,3 mió kr. fara til árliga afturvendandi rakstrarjáttanir til feløg og stovnar.

Mentanarálitið ikki viðgjørt

Í farna valskeiði lat kommunan gera eitt álit um mentanarpolitikk. Javnan verður tikið til hetta álit í mentanarkjakinum, men eg sakni eina breiðari viðgerð av tí og øðrum mentanarpolitiskum tonkum.

Eg skilji ikki, at álitið ikki er komið til gjølla viðgerð í nevndini og býráðnum, so møguleiki er at taka støðu og helst raðfesta, nær hesi ymsu tilmælini kunnu setast í verk.

Eitt mál burtur úr hesum áliti er, hvat Vaskaríið í Tórsgøtu skal brúkast til. Kommunan eigur tað, og býráðið hevur samtykt at biðja um ráðlegging um, hvussu hetta hús, sum er bygt í 1830unum, best verður varðveitt.

Mentanarálitið mælti til at gera allan niðasta part av Tórsgøtu til mentanargøtu og t.d. hava spælistað fyri yrkistónleikarar í Vaskarínum saman við matstovu ella skonkistovu.

Tað kann gott vera, at hetta er tað besta hugskotið, men til tess at koma til verulig úrslit, hugsi eg, at vit politikarar skuldu viðgjørt hesi málini meiri samskipað og undir einum, heldur enn at pilka einstøk hús og gøtur burtur úr og leggja allan dent á tey.

Er tað forrestin kommunan, sum skal gera matstøð og annað slíkt, og fæst eitt so gamalt hús sum Vaskaríið til at lúka tey bruna- og tryggleikakrøv, sum sett verða húsum, ið skula hýsa nógvum fólkum í góðum lag og nakað væl aftrat?

Yvirtaka hús og hallir

Mentamálanevndin hevur í farna ári eisini havt til viðgerðar eina rúgvu av umsóknum frá frítíðarfeløgum um fíggjarliga hjálp at halda teirra hús gangandi, tí tey megna ikki raksturin.

Summi hava heitt á kommununa um at yvirtaka húsini heilt, meðan feløgini sjálvi ætla sær at halda fram at brúka tey eins og higartil.

Her er ikki gott at gera við. Eitt sjónarmið er, at skal kommunan gjalda bæði umvælingar og rakstur, so skal hon eisini valda.

Ein annar spurningur er: hvar endar kommunukassin tann dagin, ein stórur partur av teimum sjálvbodnu feløgunum í kommununi liggja í honum og á tann hátt sleppa undan sjálvi at taka tøkini?

Hetta eru dømi um mál, sum stinga seg upp í mentamálanevndini, men har tykist torført at koma til niðurstøðu.

Vit skula sjálvandi taka støðu út frá sjónarmiðum um, hvat tænir heildini best. Í hesum sambandi er stórur saknur í eini yvirskipaðari kós í mentanarpolitikkinum hjá Tórshavnar Kommunu.

So sum er tykir mær, at mentanarpolitikkurin er nakað tilvildarligur. Stundum kann hann eisini bera brá av at vera bæði alibipolitikkur og útgjaringarpolitikkur í senn.