Jón Brian Hvidtfeldt
– Eg veit ikki rættuliga, hvat seg skal siga til eina slíka fráboðan frá Sea Shepherd.
Kate Sanderson, føroysk sendikvinna í Brússel, kennir frá sínum mongu árum í føroysku miðfyrisitingini alt til umstrídda umhvørvisfelagsskapin. Hon freistast tó til at skíra nýggjasta átakið frá Sea Shepherd at vera eina tilvitaða manipulatión, bæði av føroyska grindadrápinum og viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
– ES-skipanin er opin fyri kærum, og tí hevur Sea Shepherd eins og øll onnur eisini rætt til at kæra. Men higartil havi eg ikki sæð annað enn sjálva fráboðanina frá felagsskapinum um at ein kæra er áveg. Eg gangi út frá, at kemur ein kæra á borðið hjá ES-nevndini, so fer nevndin at ráðføra seg við donsku stjórnina, sum síðani svarar, at her er talan um eitt føroyskt málsøki, sigur Kate Sanderson.
Orðavalið og grundgevingarnar í kæruni heldur føroyska sendikvinnan ikki nógv um.
– Tað er typiskur retorikkur frá Sea Shepherd at uppremsa konventiónir og koma við illa undirbygdum argumentum, og soleiðis er eisini í hesum føri. Eftirhondini illtonki eg felagsskapin fyri at fremja tilvitaða manipulatión, sigur Kate Sanderson.
Hon vísir á, at Føroyar eru ikki partur av Bern-konventiónini, og hóast vit eru partur av Bonn-konventiónini, so eru Føroyar ikki partur av seravtaluni um smáhval, tí sonevndu ASCOBAN-konventiónini.
– Útgangsstøði í ASCOBAN er, at øll veiða av smáhvalum er bannað. Tí er Norra ikki partur av avtaluni, og ei heldur Føroyar, sigur Kate Sanderson.
Bíðistøða
Føroyska sendikvinnan í Brússel hevur sum nevnt enn ikki sæð nakra formliga kæru frá Sea Shepherd, og ætlar sær tí heldur ikki at svara felagsskapinum.
– Nei, politikkurin er, at vit gera einki proaktivt í somáta. Men kemur kæran á borðið hjá ES-nevndini, so fara spurningar møguliga at stinga seg upp. Og tá hava vit alla kunningina um føroyskt grindadráp tøka at lata teimum, sigur Kate Sanderson sannførandi.