Timburhandilin: Víðka virksemið til Havnar

Higartil hevur so at siga alt timbrið hjá Klaksvíkar Timburhandli
verið selt norðoyingum. Men nú skal broyting koma í, sigur stjórin Eivind
Jacobsen.

Timbrið: -Skal ein fara har sum marknaðurin er, so mugu vit leita okkum til Havnar.
Tað er har sum sethús í stórum tali verða bygd í dag, staðfestir stjórin,
Eivind Jacobsen.
Henda møguleikan sær hann fyri sær, nú Norðoyatunnilin letur upp um stutta
tíð.
Sjálvur dugir hann ikki at meta um, hvussu tunnilin fer at ávirka ferðsluna
og ferðslumynstrið. Men fyri Klaksvíkar Timburhandil er leiðin greið:
Havnafólk skulu eisini merkja, at hesin timburhandilin er til.

Ruta til Havnar
Ætlanin hjá timburhandlinum er at fáa lag eina fasta rutu við tilfari hagar
til tey, sum taka av tilboðinum hjá teimum um byggitilfar.
-Vit hava enn ikki tikið støðu til, nær vit av álvara fara undir hetta. Men
tá komið er nakað út á várið fara vit undir hetta tiltakið.
-Hetta skuldi verið besta tíð til húsabygging  besta timburtíð, sigur
Eivind Jacobsen.
Hann er tó greiður um, at samstundis sum tað verður lættari hjá teimum at
fara aðrar staðir við sínum vørum, so er forholdið tað sama hjá øðrum
fyritøkum kring landið at koma til Norðoyggjar.