Klæmint Matras er ein stillur maður, sum býr í einari kjallaraíbúð hjá foreldrunum í Fútalág í eysturbýnum í Havn. Pápin, Jákup er úr Gjógv, og mamman, Masa er av Kirkju í Fugloy. Hvørki í móðirætt ella í faðirætt kann Klæmint Matras vísa á nakrar framstandandi fótbóltsspælarar, men evnini, og og ikki minst hugin hevur Klæmint havt sum fáur.
Og fáur spælari, um nakað viðhaldsfólk hjá B36 heldur, er so góður við barndómsfelagið, sum tann 30 ára gamli timburmaðurin, ið er vorðin ein ímynd av B36. Kona Klæmint, Birita er dóttir stóru ítróttarlegenduna, Kára Nielsen sum gjørdi nógv vart við seg, bæði innan fótbólt, hondbólt, badminton og annan ítrótt eisini. Men hóast konan er av HB-ætt, so var eingin ivi um, at tá brúðleypið hjá Biritu og Klæminti skuldi standa fyrr í summar, at tað skuldi verða í B36-húsinum. Um lítli sonurin hevur evnini og stríðshugin hjá Kára og Klæminti, so er veruliga orsøk at gleða seg í ungdómsdeildini hjá B36.
Mussar búmerkið
Spurdur um hví hann mussar B36-búmerkið á troyggjuni, tá hann skorar fyri barndómsfelagið, svarar Klæmint: - Eg spæli fyri felagið, og tað eri eg ógvuliga stoltur av, slær timburmaðurin fast við sjeytummaseymi. Hann vil ikki fjala hvussu góður bulur B36 hevur verið hjá honum gjøgnum árini: - Eg havi verið so heppin at hava verið í einum felagi, sum B36, sum er eitt fantastiska gott felag. Eg eri heilt ótrúliga góður við felagið. Eg kann ikki rinda B36 aftur alt, sum felagið hevur givið mær gjøgnum árini, undirstrikar liðskiparin.
Debut ímóti NSÍ í Runavík
Vit mugu leita 12 kappingarár aftur í tíðina, fyri at finna tann fyrsta skrásetta landskappingardystin hjá Klæminti í bestu mansdeildini, sum tá á døgum bert æt "1. deild". Ein pedagogiskur, svenskur venjari, sum æt Pelle Anderson stóð á odda fyri B36 í fyrru helvt av kappingarárinum í 2000. Hann valdi at geva Klæminti kjansin í útidysti við Løkin í Runavík, og hetta gjørdist grundarsteinurin til tað fulla húsið hjá Klæminti. Klæmint sigur seg ikki minnast so nógv frá tí fyrsta dystinum, men hann heldur seg minnast, at dysturin endaði við javnleiki 2-2. B36-Liðskiparin valdi tó ongan háva at gera burturúr, at minniligi 4-3 sigurin á NSÍ var hansara dystur nummar 300 fyri B36 í bestu fótbóltsdeildini. - Vit drukku eina øl í part, og so fóru vit hvør til sítt aftaná, greiðir Klæmint frá. Klæmint heldur, at tað veruliga vitnar um klassa, at B36 í jubileumsdysti hansara megnaði at venda bæði 0-2 og 2-3 til ein 4-3 sigur.
Greipan var minnilig
Í 2001 var Klæmint við til at vinna greipuna. - Tað var eitt fantastiskt lið við m.ø. Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni, sum enn spæla fótbólt á hægsta stigi. John Petersen var eisini við, og hann var eisini ein fantastiskur spælari. Klæmint var aftur við til at vinna løgmanssteypið í 2003 og 2006, og føroyameistaraskapið í 2005, men hann iðrar seg kortini: - Tað er alt ov langt síðani, at vit vóru føroyameistarar, suffar B36-liðskiparin tungliga.
Spældu seg víðari
Í 2005 og í 2006 spældi B36 seg víðari í UEFA Cup og Champions League. Dystirnir ímóti Vestmannaoyggjum, maltesisku Birkirkara, FC Midtjylland og Fenerbache standa frammaliga í huganum hjá Klæminti. Ikki minst dysturin í Turkalandi, har teir spældu á einum fantastiskum leikvølli við einari fantastiskari atmosferu, har tað larmaði so nógv, at B36-spælarnir fingu ikki samskift sína millum. - Eg leingist at sleppa at royna meg í Europa aftur. Fyrsta kappingarárið vit ikki kvalifiseraðu okkum til Europa tonkti eg: "Fínt nú fær man longri summarferiu". Men nú er tað alt ov langt síðani, at vit hava spælt í Europa, staðfestir Klæmint, og vísir á, at málsetningurin at røkka europeiskum fótbólti komandi kappingarár, er ikki so fjarur, nú tveir triðingar av kappingini eru farnir afturum.
Hevur spælt skaddur
Offurviljin hjá Klæminti fyri B36 sæst aftur í, at hann hevur tíðum bitið skaðar í seg, fyri at kunna geva seg fult út fyri felagið, sum hann setur so høgt, men hann er greiður yvir, at tað kann hevna seg seinni í lívinum, at ein ikki viðger slíkar skaðar, og heldur fer út um síðulinjuna, fyri at koma fyri seg aftur. Høga dystartalið hjá Klæminti í bestu fótbóltsdeildini skyldast óivað eisini fyri ein stóran part júst hesum serliga offurviljanum. Klæmint fegnast um, at familjan altíð hevur bakkað hann upp, tí at verða fótbóltsspælari á hægsta støði í Føroyum krevur nógva tíð, umframt tíðina, sum tað krevur at arbeiða sum timburmaður. Tað eru ofta dagar, har hann er burtur størsta partin av degnum, orsaka av arbeiði, venjing og einari drúgvari dystarskrá.
Má lurta eftir kroppinum
Klæmint hoyrir eisini til ættarliðið, sum tók tað stóra skiftið frá 18 dystum til 27 dystir, sum merkti eina enn strævnari dystarskrá, og ein styttri summarsteðg. Spurdur um hann ætlar at røkka 400 dystum fyri B36 í bestu deildini, svarar Klæmint sáttliga, sum altíð: - Eg má lurta eftir hvat kroppurin sigur, og taka tað harfrá. Komandi fríggjakvøld er oddauppgerð ímóti Víkingi á skránni. Klæmint Matras ætlar at sláa nakrar naglar aftrat fyri B36. Framtíðin má bara vísa hvussu nógvir teir verða. Klæmint hevur, ið hvussu er neglt navn sítt fast í B36.