Formanskapurin í løgtinginum hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við at leggja tingarbeiðið í eina fastari legu, og hetta fer at hava umfatandi broytingar við sær.
Við hjálp av eini vegleiðandi ársskrá fyri tingarbeiði frá ólavsøku til einaferð í apríl mánaði, er ætlanin at koma trupulleikunum við mongu tingmálunum í november mánaði og mars mánaði til lívs.
?Nógv hevur verið tosað um, at tingmálini eiga at verða býtt javnari út enn higartil. Vit hava vanliga eina rúgvu av málum at taka støðu til í november og mars mánaði, meðan trýstið ikki eins stórt hinar mánaðirnar á árinum. Við at leggja eina ársskrá ber til at fáa tey umleið 150 málini, sum tingið viðgerð hvørja setu, býtt javnari út, sigur løgtingsformaðurin Edmund Joensen.
Í ársskránni hjá løgtinginum er ætlanin at hava greiðar ásetingar um, nær tær ymisku løgtingsnevndirnar eru uttanlands, og nær á árinum Norðurlandaráðs- og útnorðursfundir eru á skránni.
?Endamálið er at fáa tingarbeiðið í fastari karmar. Hetta stigið er tikið fyri at bøta um dygdina á tingarbeiðnum, og betra um viðurskiftini hjá tingmonnunum. Meðan tað ofta hevur verið heldur tilvildarligt, nær tey ymisku uppskotini verða løgd fyri tingið, fer árskráin nágreiniliga at áseta tíðina, nær uppskotini verða løgd fyri tingið, sigur løgtingsformaðurin.
Ætlanin er, at bæði landsstýrið og andstøðan skulu lata løglistarnar inn til løgtingið, og síðan verða tingmálini býtt út yvir alla tingsetuna.
Umframt eina vegleiðandi ársskrá, er ætlanin at seta eina nágreiniliga tingskrá fyri einum mánaði í senn. Henda skrá verður dagførd einaferð um vikuna, so møguleiki er fyri at lofta møguligum broytingum.
Longri freist
Formansskapurin hevur eisini tikið stig til, at tingmenn skulu fáa longri skotbrá til at fyrireika seg til tey ymisku málini eftir, at tey eru løgd fyri tingið. Løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, sigur, at framyvir er ætlanin, at tað skal ganga minst eina vika frá tí, at eitt mál verður lagt fyri tingið til, at farið verður undir fyrstu viðgerð.
Longda freistin er gjørd við tí fyri eyga, at tingmenn og onnur áhuga fáa møguleika at seta seg betur inn í málið, og harvið bøta um góðskuna á lóggávu arbeiðinum.
Ætlanin er eisini at leingja freistina millum framløguna av álitum og 2. viðgerð av løgtingsmáli, tá fleiri broytingaruppskot verða sett fram.
Breið semja
Tað er breið semja millum politisku flokkarnar um ætlanirnar hjá formanskapinum við at áseta eina ársskrá og eina nágreiniligari tingskrá fyri hvønn mánað. Edmund Joensen greiðir frá, at formanskapur hevur bæði tosað við løgmann og floksformenninar, og allir partar eru sinnaðar at royna nýggju skipanina
?Hetta fer eisini at geva ymisku ráðunum betri møguleika at skipa og raðfesta sítt arbeiðið betur, heldur løgtingsformaðurin.
Mynd: Edmund:
?Endamálið er at fáa tingarbeiðið í fastari karmar. Hetta stigið er tikið fyri at bøta um dygdina á tingarbeiðnum, og betra um viðurskiftini hjá tingmonnunum. Meðan tað ofta hevur verið heldur tilvildarligt, nær tey ymisku uppskotini verða løgd fyri tingið, fer árskráin nágreiniliga at áseta tíðina, nær uppskotini verða løgd fyri tingið, sigur løgtingsformaðurin, Edmund Joensen
Mynd: Jens Kr. Vang