Uppskot Miðfloksins um at veita teimum endurgjald, ið vórðu rakt av kreppuni tíðliga í nítiárunum fall í tinginum fríggjadagin. Orøskina heldur Miðflokkurin vera, at tingfólk ræðast Føroya Banka.
? Tað er spell, at tingfólk eftir øllum at døma ræðast Føroya Banka so mikið, ella føla seg so nógv tengd at honum, at tey vísa bankanum loyalitet, heldur enn at hjálpa borgarum sínum, segði Jenis av Rana í formansfrágreiðingini á landsfundinum leygardagin.
Formaður Miðfloksins ætlar sær í komandi tingsetu aftur at royna seg við at leggja eitt uppskot fyri tingið um at veita teimum endurgjald, sum fóru á húsagang, mistu ogn sína og standa eftir við skuld, tí Føroya Banki skuldi bjargast. Nýggja uppskotið skal vera meira nágreinað, enn tað, sum fall fríggjadagin, sigur Jenis av Rana.