EM fyri tinglimir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Í fyrstuni hildu vit, at tað var skemt.
Tað sigur John Johannessen, næstformaður í Løgtinginum, tá ið Løgtingið nú ein dagin fekk teldupost við eini innbjóðing frá russiska tinginum um at koma til Moskva at kappast í ítrótti.
- Men síðani hava vit kannað tað og tað var altso ikki skemt, leggur hann afturat.
Tað er russiska tingið, Duman, sum hevur bjóðað tinglimum úr flestu londum í Evropa at koma til Russlands at vera við í eini ítróttarkapping fyri tinglimir.
Kappingin byrjar longu hósdagin og endar mánadagin. Samstundis kann tað vera nokk so tvørligt við innferðarloyvum til Russlands, so John Johannessen ásannar, at avgerðin skal takast skjótt.
Og tað er eisini ætlanin at taka eina skjóta avgerð, so tey fara at brúka dagin í dag at kanna møguleikarnar fyri at vera við og vónand kann ein avgerð takast longu seinni í dag.
Hinvegin ásannar hann, at tað eru nakrir løgtingslimir, sum eru áhugaðir at fara.
Sjálvur hevði hann verið fúsir at farið, men harumframt hava eisini Karsten Hansen, Kári P. Højgaard, Hans Pauli Strøm, Eyðgunn Samuelsen og Helgi Abrahamsen víst áhuga fyri ferðini.
Tað er nógvur ymiskur ítróttur á skránni, men tað, sum løgtingslimirnir hugsa mest um, er at manna eitt lið til innandura fótbóltskappingina, sum er á skránni.
- Tað hevði ikki órógvað løgtingsarbeiðið at farið avstað, tí vit fara eftir at fíggjarlógin fyri 2010 er løgd fram og koma aftur áðrenn hon kemur til viðgerðar í Løgtinginum, sigur næstformaðurin í Løgtinginum.
Hann vísur eisini, at hetta hevði ikki kostað landskassanum eitt oyra, tí russarar betala alla ferðina, sum hon er, eisini gisting.
Gott at hittast
John Johannessen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at stig verður tikið til at savna tinglimir úr øllum Evropa til óformliga samveru av hesum slagi.
- Samstundis er hetta eisini eitt slag fyri fólkaheilsuna, leggur hann afturat.
Men tað er ikki bara fjant og fjas á skránni, tí að verður eisini rúm fyri fundum ímillum politikarar.
- Av tí, at eg eri formaður í føroysku uttanlandsnevndini, fái eg eisini høvi til at hitta formannin í russisku uttanlandsnevndini og vit fáa eisini høvi til at hitta borgarstjóran í Moskva og aðrar politikarar.
- Hetta er eitt sjáldsamt, men fínt høvi til at hitta politikarar og til at knýta politisk sambond við tinglimir úr øðrum londum undir meiri óformligum umstøðum, sigur John Johannessen.
Hann sigur, at tað er altíð gott at hitta politikarar úr øðrum londum, at tosa við teir um ymisk mál og at knýta persónlig sambond.
- Og áðrenn tú veitst av, kann tað vera hent at hava knýtt sambond við politikarar úr øðrum londum.
- Hóast londini eru ógvuliga ymiskt, hava vit eisini nógvar felags avbjóðingar og tað kann avgjørt verða hent at hitta politikarar úr ymsum londum og hoyra um teirra royndir og áskoðanir, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Vilja knýta vinabond ímillum politikarar