Tingið ynskir almennan realkreditt

Allir flokkar halda bankarentuna vera ov høga, og hetta hava flokkarnir á tingi tríggjar ymiskar loysnir til. Fýra flokkar ynskja almenn føroysk realkredittlán, ein vil senda kappingareftirlitið eftir bankunum og ein vil tosa við bankarnar

Sjálvsstýrisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja hava ein føroyskan realkredittstovn, og teir vilja allir hava æruna, um hann verður settur á stovn. Miðflokkurin hevur ikki veruliga hugsað um spurningin, men hellir sama veg.

Fólkaflokkurin vil beita kappingarráðið á bankarnar.

Sambandsflokkurin vil tosa við bankarnar.

Hetta er støðan á politiska leikpallinum, nú allir flokkar halda uppá, at rentan í Føroyum er ov høg og tí tálmar búskapinum.


Tosa við teir

Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, metir, at loysnin upp á rentuna er at tosa við bankarnar.

– Eg haldi, at vit skulu hava ein betri dialog við bankarnar, so vit finna fram til, hví vit hava fatanina, at rentan er ov høg, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann leggur afturat, at tað eisini kundi borið til at senda kappingarráðið eftir bankunum, um tað ikki kemur nakað burturúr at tosa við teir.

Hinir flokkarnir halda sum heild, at skuldi nakar dialogur verið gjørdur við bankarnar, so skuldi hann langt síðan verið gjørdur, og at teir hava roynt.

– Vit hava roynt at tosa við bankarnar. At heita á tær at halda aftur við rentuni. Tað hava næstan allir floksformenninir gjørt, men tann boðskapurin er ikki komin inn, sigur Jóannes Eidesgaard.



Kappingarráðið á bankarnar

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, heldur eisini rentuna vera ov høga, og hann heldur sum Sambandsflokkurin, at tað eigur at bera til at senda kappingarráðið eftir bankunum.

– Vit hava fyrr sæð við bensinstøðunum, at kappingarráðið fór inn og syrgdi fyri, at vinningurin bleiv minni. Eg dugi ikki at síggja, hví kappingarráðið ikki skuldi farið inn at kanna viðurskiftini har, sigur Jørgen Niclasen.

Men í tíðindunum hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið varð staðfest, at kappingarráðið ætlaði at kanna bankarnar, men hevði ikki neyðuga fíggjarliga orku í ár, og fer tí í gongd í komandi ári.

Viðvíkjandi kappingarráðnum heldur Miðflokkurin, at ráðið langt síðan skuldi verið farið eftir bankunum, meðan Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin stórliga ivast, um kappingarráðið kann gera nakað, tí fleiri bankar koyra tungt í løtuni og tí vinna teir helst ikki ov nógvan pening.


Realkreditt

Seinasta hugskotið hjá politisku flokkunum er at gera ein almennan føroyskan realkreditt, sum skal kunna veita fígging á landi.

Hetta hugskotið siga fýra ymiskir flokkar seg eiga.

Javnaðarflokkurin kallar tað fyri eitt hugskot, sum kom eftir landsfundin um vikuskiftið.

Tjóðveldi hevur spurt Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, hví støðan er sum hon er, og annars ákært landsstýrið fyri at gera eitt og siga eitt annað. Tjóðveldi vil eisini hava realkreditt á landi. Somuleiðis sigur Tjóðveldi, at uppskotið er eitt kopi av einum uppskoti hjá Tjóðveldi.

Sjálvsstýrisflokkurin arbeiðir í løtuni við einum uppskoti, at gera ein almennan føroyska realkreditt, og fer sambært Kára á Rógvi at bera hetta uppskot niðan í Løgtingið í næstum.

– Uppskotið er at skipa ein føroyskan realkredittstovn, sum skal syrgja fyri, at sethúsaeigarar fáa ódýrari fígging og gevur íleggjarum eitt trygt pappír, tá váðin verður so spejddur, sigur Kári á Rógvi, sum umboðar Sjálvsstýrisflokkin í hesum máli.

Miðflokkurin hevur enn ikki veruliga viðgjørt málið, men formaðurin í flokkinum angrar, at Føroya Banki varð seldur, og heldur avgjørt, at eitt føroyskt tilboð skal vera til fígging, sum hevur menniskjuna í fokus. Tað vil siga lægri rentu.

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin meta hinvegin, at tað ikki er eitt gott hugskot at skipa ein almennan føroyskan realkreditt, tí flokkarnir halda at tað eigur at vera avmarkað, hvussu nógvar bankar tað almenna eigur. Umframt, at serliga Fólkaflokkurin ikki vil hava alment stuðlað virksemi.

Tí kunnu vit varisliga staðfesta, at tað í løtuni er eitt slag av meiriluta á tingi, sum fegin vil hava føroyskan realkreditt á landi, og allir flokkar meta rentuna vera ov høga. Hetta skal somuleiðis uppfylla ynskið hjá meirilutanum um økta kapping við fígging í Føroyum.