Tingmaður: Vit eru sparkað so dyggiliga á skinnabeinið

Brandur Sandoy finnist harðliga at Tórshavnar kommunu, sum vil steðga náttarkoyring av gróti frá Sandoyartunlinum

Brandur Sandoy, sum umboðar Fólkaflokkin í løgtinginum, er misnøgdur við framferðina hjá Tórshavnar kommunu, sum nú ætlar sær at steðga náttarkoyring ígjøgnum Havnina við gróti frá Sandoyartunlinum.

 

Tórshavnar kommunu tekur hetta stig, tí tey halda, at koyringin órógvar náttarfriðin í høvuðsstaðnum.

 

Brandur Sandoy heldur lítið um hetta.

 

– Samfelagið alt ovurfegnast í hesum døgum um, at risastórar samfelagsíløgur verða gjørdar í okkara innfrakervi og atkomuviðurskiftini frá sjónum, so at vit knýta landið alt betri saman og fáa eina góða trygga havn inni á Skálafjørðinum. Øll uttan Javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráði, skrivar Brandur Sandoy í lesarabrævi.

 

– Ævinsjúkan hevur tikið yvirhond á Vaglinum, og í eini síðstu desperatari roynd at leggja fótonglar fyri útbyggingini av havnalagnum í Runavík verða stórir meirkostnaðir og seinkingar lagdar á allar útbyggingar av samfelagnum. Við í fallinum tekur Javnaðarflokkurin í Havn samferðsluna til Sandoynni og leggur vinnuni í oynni stórar meirútreiðslur og ger umstøður munandi truplari, sum eru rímuliga truplar í forvegin, skrivar hann.

 

Brandur Sandoy sigur, at hann eftir hetta ikki fer at stuðla semjuni millum landið og Tórshavnar kommunu um innkomuvegin til Havnar.

 

– Fyri tveimum mánaðum síðani frættist annars frá semju millum landsstýrið og kommununa í Havn, um at landið skuldi lata 110 mió. kr. kvitt og fritt til kommununa fyri innkomuveg til Havnar. Hetta vil siga, at landið letur kommununi pengar at gera kommunalar vegir fyri, men kommunan steingir vegin, so at bilar ikki sleppa at brúka vegin, og harvið dýrkar samfelagsútreiðslur munandi og leingir tíðarskeiðið sum hesar útreiðslur strekkja seg yvir, skrivar hann.

 

– So leingi hesar avmarkingarnar í ferðsluni standa við, verður so ein atkvøða minni fyri avtaluni um innkomuvegin í Løgtinginum, og tað verður mín. Tað kemur slett yvirhøvur ikki uppá tal at góðtaka nakra semju við ein, sum aftaná semjuna sparkar ein so dyggiliga á skinnabeinið, sum eg meti at Javnaðarflokkurin í Havn hevur gjørt við allar borgarar landsins, skrivar Brandur Sandoy.

 

Hann sigur, at hann fer at reisa málið politiskt eftir ólavsøku.