Tinitusherindir fullveldismanna

Edmund Joensen


Tað letur til at fullveldismenn fáa "tinitusherindir", ella tað sum verri er, av at hoyra okkum aðrar viðgera vánaligu fruktirnar av teirra 6-ára fullveldispolitikki.

Nýggja gandaorðið er raðfesting
Bæði Vagnur Mikkelsen og ein sum nevnist Heri Ziska hava tikið upp eftir teirra politiska formann nýggja gandaorðið "raðfesting".sum nú eisini er teirra universalloysn uppá allar fíggjarligar trupuleikar. Fyrr var tað soleiðis, at peningur skuldi til fyri at reka samfelagið. Í dag snýr tað seg eftir øllum at døma ikki um pening men bert um raðfesting. Fyri nøkrum árum síðan var gandaorðið "skipa loysing" sum skuldi greiða allar fíggjartrupuleikar.

Vagnur Mikkelsen
Í skoluni hann hevði til løgtingsformannin fýltist hann á at løgtingshúsið er vorðið 17 milliónir krónur dýrari enn ætlað. Her er adressan áleið. Men í nýggjari grein spillur hann spælið og gevur sær sjálvum dyggiliga framman á, hann greiður frá, at tað var fullveldislands-stýrið, sum umframt at hækka sínar egnu lønir, setti sær fyri at byggja sítt egna slott, løgtingshúsið, við Tinghúsvøllin.
Í báðum greinunum ilskast hann inn á løgtingsformannin fyri ikki at tryggja teimum gomlu døgverðamat. Her er adressan sera ivasom, tá tað er landsstýrismaðurin í almanna-málum, sam varar av hesum øki, og sum sigur seg vera í ferð við at royna at finna pening til endamálið. Tað hoyrir kanska við nú, vit viðgera pensionistar, at tað var júst undiritaði sjálvur, sum fyri sambandsflokkin legði uppskotið fyri Tingið, um at játta 800 milliónir í Sammhaldsfasta. Hetta var meðan peningurin enn var til, men sum fullveldissamgongan feldi.

Heri Ziska
Spyr hvussu eg ætli mær at loysa fíggjarligar trupuleikar við peningi, sum fullveldismenn hava forkomið okkum við at minka blokkin. Ein ikki serliga fornuftigur spurningur má sigast. Eins og Vagnur Mikkelsen er hann fullvísur í, júst sum politisku lærusveinar hansara hava boða, at blokkurin onki hevur við føroysk fíggjarviðurskifti at gera. At blokkurin er beinleiðis skaðiligur fyri Føroyar. À sama hátt sum Vagnur Mikkelsen, og allir aðrir fullveldismenn hava gjørt tað síðan heimastýrislógin var samtykt, krevur hann av sambandsmonnum, at teir skulu loysa trupuleikarnar, hvørja ferð fullveldismenn hava koyrt føroyska samfelagið fíggjarliga fast.
Eftir øllum at døma hava teir gloymt, at fullveldislandstýrið brúkti milliónir uppá at lýsa og prógva, m.a við hvítubók, at føroyingar, baði gomul, ung og børn, fingu tað nógv betur tá teir høvdu fríðað okkum frá skaðiligu árinunum frá ríkisveitingunum.

Blokkurin
Fyri fáum árum síðan var blokkurin helvtin av fruminntøkunum til føroyska samfelagið. Blokkurin var helvtin av grundarlagnum undir føroyska búskapinum. Tær 400 miljónir krónurnar um árið framyvir, sum fullveldismenn hava lorkað burtur eru ikki bert 400 miljónir krónur árliga. Tær eru í fyrsta lagi fruminntøkur uppá 400 miljónir krónur, sum stórt sæð allar verða útgoldnar í lønum til føroyingar, og sum longu árið eftir hava ført við sær, meira enn 200 miljónir krónur afturat í skatta og avgjaldsinntøkum til tað almenna. Tær 400 miljónir krónurinar árliga merkja uppá sikt meginpartin av einari milliard krónum um árið, til føroyska búskapin.




Samanumtikið
Bæði Vagnur Mikkelsen og Heri Ziska leggja meg undir at nokta føroyskum pensionistum mat í munnin. Enn havi eg ikki møtt nøkrum føroyingi, hvørki politikkara ella nøkrum øðrum, sum ikki er góður við okkara gomlu. Og tað er mín vón at tað eydnast landsstýrismanni-num í almannamálum at tryggja pensionistunum eina góða tænastu.
Tað sum eg havi ført fram í hesum sambandi er, at ábyrgdarleysi fíggjarpolitikkur fullveldis-manna er í ferð við at ganga út yvir tey gomlu og tey veiku. Ikki tí at eg haldi hetta vera rætt, men tí at hetta er ein náttúrulóg um allan heimin. Tá tað gongur afturá í einum landi, so gongur tað fyrst av øllum út yvir tey gomlu og veiku, ikki tey sterku.
Sum Vagnur Mikkelsen segði, so legði fullveldislandsstýrið til brots við at hækka teirra egnu lønir og at byggja sær slott við Tinghúsvøllin, hann kundi nevnt nógv onnur slott eisini.
Tað er lítið sannlíkt at fullveldisprofetarnir, tá avleiðingarnar av fullveldispolitikkinum av álvara sláa ígjøgnum, fara at ríva niður teirra slotsbygningar, og tað er líka óhugsandi at teir fara at lækka sínar egnu lønir fyri at hjálpa teimum gomlu og veiku. Kalla tað raðfesting ella okkurt annað. Úrslitið fyri tey gomlu og veiku er givið framman undan.