Føroyskur hondbóltur er umboðaður í fremstu norsku deildini við Viking Stavanger, har teir tríggir, Kjartan Johansen, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Helgi Hildarson Hoydal spæla, umframt at fyrrverandi neista- og kvinnulandsliðsvenjarin, Scott Harrington, er venjari.
Viking byrjaði kappingarárið við tveimum avsmurningum: 28-17 ímóti Kolstad og 31-22 ímóti Elverum.
Men í triðju royndini bragdaði. Viking vann stórsigur, 36-26, ímóti Halden, ið hevur nógv ár á baki í fremstu norsku deildini.
Kjartan Johansen var kosin besti leikari á vøllinum, og legði eisini átta mál eftir seg. Helgi H. Hoydal skoraði tríggjar ferðir, meðan Jónas G. Djurhuus fekk góð skoðsmál, men ikki bóltin í netið.
Tað var fyrsti sigurin hjá Viking á ovastu norsku rókini síðani 2012.
Støðan í Rema 1000-liguni (handball.no)
Nr | Lið | D | Mál | Stig |
1 | Elverum | 4 | 122 - 94 | 8 |
2 | Drammen | 3 | 53 - 48 | 6 |
3 | Runar Sandefjord | 4 | 110 - 102 | 6 |
4 | ØIF Arendal Elite | 3 | 89 - 79 | 5 |
5 | Fjellhammer | 4 | 113 - 115 | 3 |
6 | Bækkelaget Håndball Elite | 4 | 98 - 105 | 3 |
7 | Kolstad | 3 | 81 - 81 | 2 |
8 | FyllingenBergen | 3 | 87 - 81 | 2 |
9 | Nærbø | 3 | 85 - 85 | 2 |
10 | Viking Håndball | 3 | 75 - 85 | 2 |
11 | Halden Topphåndball | 4 | 113 - 128 | 2 |
12 | Haslum HK | 2 | 56 - 62 | 2 |
13 | Sandefjord | 4 | 75 - 92 | 1 |