Útisetar skifta orð um bókmentir

Tá ið Ghetto Føroyar í morgin fer av bakkastokki, fara fleiri útisetar, sum hava serligt innlit í føroyskar bókmentir, at kjakast um týdningin av føroyskum bókum.

 

Eitt nú fara lurtarar at frætta um týdningin av at hava føroyskar bøkur við á útlendskum bókamessum, samstundis sum Sissal Kampmann fer at greiða frá einari heiðursløn, sum hon júst hevur fingið, og Kim Simonsen fer at greiða frá føroyskum og útlendskum bókmentum, og hvønn týdning tað hevur at hava føroyskar bøkur.

 

Harumframt verður livandi tónleikur á skránni, og er tað Fróði Hansen, sum stendur fyri tí.

 

Ghetto Føroyar verður sent beinleiðis úr Keypmannahavn klokkan 14.00.