Útisetarnir bæði vunnu og taptu

Hondbóltsharrarnir hjá ÍF Føroyum vunnu aftur um vikuskiftið, meðan kvinnurnar taptu í sínum fyrsta dysti hetta kappingarárið

Hondbóltur

 

Fyrsti dysturin hjá damunum hjá ÍF Føroyar var spældur í gjár ímóti Ajax København. Føroyar kom skjótt á odda 2-0, men mistu leiðsluna til 2-3 til Ajax. Eftir hetta gekk spælið gott, og eina løtu var Føroyar á odda vid 5 málum, men tá fyrsti hálvleikur var liðugur var munurin minkaður til 2 mál.

Eftir hálvleiksstegðin gekk byrjaðnin í seinni hálvleiki sera gott, og við bæði góðum kontraáleypum og góðum málmannsspæli øktist munurin til 4-5 móti endanum av hálvleikinum. Ajax fekk tó fóta sær og kom afturíaftur - men tó ikki nokk til, at sigurin var í vanda. Dystuin endaði 23-20 til ÍF Føroyar, sum harvið kom væl fra byrjan.

Friða Næs 8, Guðrun Poulsen 5, Sólvá Dam 4, Guðný Næs 3, Siri Hovsgarð 1, Eyð T. Magnussen 1, Rannvá Magnadóttir 1.

Harrarnir spældu eisini í gjár, men taptu móti FIF í Frederiksberghøllini. Dysturin endadi 26-19 eftir hálvleiksstøðina 10-9 til FIF. Spæli hjá monnunum kom ongantíð upp at koyra, og serliga fyrst í seinna hálvleiki gekk illa, har FIF økti um munin til 8 mál. Móti endanum gekk betur og Føroyar fekk minka um munin, sum tó bleiv til 7 mál.

Ari Rouch 6, Leif Mikkelsen 3, Magnus Poulsen 3, Helgi Justinusen 2, Steingrímur Funding 2, Heini Bendtsen 1, Rói Eysturdal 1, Petur Óli Samuelsen 1.