Eg kom til Onglands í 2001. Tað var so, at eg hevði verið úti í heimi og fjakka, og ætlaði at ferðast enn meir. Tískil fór eg til London. Her ætlaði eg at vinna mær pening, soleiðis at hevði ráð at ferðast víðari, men eg sá beinanvegin, at hetta ikki letur seg gera. Hetta tí, London er eitt sera dýrt stað at vera. Eg haldi eisini at eg fekk “The London Bug”. Tá ið tú merkir og sær London, verður tú beinanvegin fangað. Her er sera spennandi at vera, og býurin inniheldur so nógv ymiskt, at tú ongantíð noyðist at keða teg.
Hvat tekst tú við nú?
Eg gangi á Central Saint Martins College of Art and Design. Hetta er eitt stórt universitet, sum liggur spjatt yvir stóran part av London. Vit eru nakrir føroyingar sum ganga her, men vit síggjast ikki so nógv, av tí at universitetið er so stórt. Her læri eg til sniðgeva í binding.
Tað er ikki so, at vit bara læra at binda siðbundnar troyggjur og tílíkt. Nógv av tí, sum eg bindi og sniðgevi, eru nýskapandi pløgg og annað. Eg bindi nógv til mótasýningar her í London, men hetta er altíð torført at selja, tí støddirnar eru so løgnar. Tað er so, at tá ið tú ger klæði til eina mótasýning í London, skalt tú gera klæðini til modellir. Og hesar modellir eru so langar og klænar, at vanlig fólk ofta slettis ikki passa klæðini. Eg havi havt okkurt til sølu í Føroyum, men skilji á lagnum, at ongin passar klæðini. Tá gerst tað ofta torført at selja vøruna
Hvussu er við málinum – dugir tú lokala málið?
Tað er ongin trupulleiki. Eg byrjaði beinanvegin at arbeiða í einari barr, og her lærdi eg beinanvegin málið. Ikki tí, føroyingar eru sera væl fyri í enskum málið. Vit eru so heppin, at vit duga fleiri mál, og hetta kemur okkum til góðar úti í heimi. Her eru eisini nógvir danir, sviar og norðmenn, og tað er sera hent, at vit duga at samskifta við tey eisini.
Málið er so inngrógvið nú, at eg droymi á enskum. Hetta vitnar um, at tað fellir mær heilt natúrligt.
Hvat dámar tær í Onglandi?
Eg haldi at tað er heilt hvør sítt, at tosa um London og Ongland. Eg elski at búleikast her í London. Býurin broytist alla tíðina, og her eru so nógv fólkasløg. Ferðin í býnum er heilt øðrvísi frá tí, sum vit kenna úr Føroyum.
Hvussu er mentanin í Onglandi? – Líkist hon tí Føroysku?
Aftur her, er tað púrasta hvør sítt at tosa um Ongland og London. Eg veit satt at siga ikki, hvat ið eyðkennur ensku mentanina, tí eg havi bara búleikast her í býnum. Eg haldi at mentanin í London er ein vavgreytur av øllum ymiskum mentanum. Her búgva jú fólk úr øllum heiminum, og hetta merkir mentanina. Í býnum búgva umleið 10 milliónir fólk.
Haldi at ein kann siga, at livistøðið er nakað lægri í London enn í Føroyum. Minstalønin er rættiliga lág, og London er ein tann dýrasti býurin í heiminum. Tað er sera dýrt at leiga eina íbúð her, men matur og annað er ikki so dýrt.
Hvussu er við yvirgangi? Er hetta nakað sum tú hugsar um í gerandisdegnum?
Ikki beinleiðis. Men fólk her eru enn merkt av bumbunum tann 7. juli í fjør. Eg royni ikki at ferðast umvegis undirgrundina, men hetta er torført, tí at býurin er so stórur. Men um eg síggi eina ítróttartasku liggja einsamalla, so sigi eg tað beinanvegin við myndugleikarnar. Soleiðis kann man siga, at henda ósjónliga hóttanin alla tíðina liggur í bakhøvdinum.
Hvussu er maturin í Onglandi?
Her er sera nógvur ymiskur matur. Útboðið er stórt og fjølbroytt, og tú kanst altíð finna eitthvørt forkunnugt at eta. Eg plagi at keypa inn, men tað er ikki altíð, at eg keypi breyð og eplir heim við. Eg plagi at keypa nógv grønmeti, og nógvan fisk. Tað er ólógligt hjá ferðafólkið at innflyta mat til Onglands, og tískil fái eg ongan føroyskan mat her.
Hvussu er veðrið í Onglandi?
Tey siga, at her er so vátt og grátt, men hetta havi eg slettis ikki upplivað. Her er heitt um summarið, og ikki so kalt um veturin.
Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya?
Eg havi funnið mína hill. Eg eri vís í, at eg altíð fari at takast við sniðgeving; tað er hetta eg brenni fyri. Men eg kann ímynda mær, at tað er lættari at liva av hesum í London enn á Argjum. Tískil rokni eg ikki við, at eg flyti heim fyribils.
Fakta um Jóhonnu:
Navn: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum
Fødd: 10.10.1980
Føðistaður: Tórshavn
Besti matur:
Føroyskur: Náti
Útlendskur: Tailendskur matur
Útbúgving: Central Saint Martins College of Art and Design
Starv: Lesandi
Motto: Onki motto