Tit eru størri enn Inter

Italska stórfelagið hevur vitjað í býnum Tréguier, har føroyska ferðalagið heldur til, men tað var bara eitt felag. – Tit eru eitt landslið og tað er størri, sigur borgarstjórin Michel Sohier

FÓTBÓLTUR

Tréguier, Frankaríki: Í býnum Tréguier búgva ikki 3000 fólk. Tískil er tað ógvuliga sjáldan, at býurin hevur forkunnuga vitjan. Men stórfelagið í Italia, sum hevur vunnið Seriu A trý ár á rað, hevur vitjað her fyrr. Tað var stórt, men vitjanin úr Føroyum er størri.
– Tá eg prátaði við borgarstjóran segði hann mær, at nú eitt landslið vitjaði, so var tað upp aftur størri, sigur Høgni í Stórustovu, forseti í Fótbólssambandi Føroya, sum saman við øðrum føroyskum umboðum vitjaði á Ráðhúsinum hjá Michel Sohier, borgarstjóra, seinnapartin í hósdagin.
– Hesa virðing vilja vit sjálvandi vísa honum, sigur Høgni í Stórustovu, sum umframt fleiri nevndarlimir, eisini hevði nakrar leikarar aftrat sær.
– Eitt er, at vit koma á vitjan, men tað er jú fótbólt tað snýr seg um og tað umboða leikararnir og venjarin best. Tí ynsktu vit eisini at hava onkrar av teimum við, og tað vóru tey ógvuliga fegin um, greiðir Høgni í Stórustovu frá.
Tað vóru tríggir av teimum fýra leikbannaðu, Símun Samuelsen, Einar Hansen og Christian Lamhauge Holst, ið vóru við á Ráðhúsinum.

Ung og eldri fegnast
At fólkini í Tréguier eru fegin um, at hava so forkunnugu vitjan, sæst eisini á øllum brøgdum.
– Tey fegnast sjálvsagt eisini um, at dysturin verður spældur skamt frá teirra býi, og tað eru vit – uttan at tað er nakað, vit hava valt – orsøkin til, sigur Høgni í Stórustovu og sipar til, at stóru dystirnir hjá Frankaríki altíð verða spældir í teimum stóru býunum, men tá eitt lítið land sum Føroyar kemur, ber til at fara til smápláss at spæla.
Og á smáplássum sum hesum eru tey so mikið glað fyri vitjanina, at fleiri av føroysku leikarunum hava skrivað autografar – bæði til heilt ung og eisini heilt gomul fólk.