- Tað hevur verið fantastiskt at spæla í høllini í Trongisvági.
Tað sigur Gudrid Nolsøe, sum er ein av stuðlunum á kvnnuliðnum hjá TB, sum vann FM heitið í gjár, eftir tríggjar harðar dystir ímóti Drátti í finaluni.
Tá ið FM vinnararnir komu heim aftur í gjárkvøldið, varð skipað fyri móttøku, har Gudrid Nolsøe, spælandi venjarin hjá liðnum, nýtti høvi at takka heima áskoðarunum fyri stuðulin.
Les eisini: Tit hava víst, at tit eru best í øllum landinum
Hon staðfesti, at nógvir áskoðarar eru til dystirnar og øll rópa á liðið.
- Tað er sum at hava ein leikara afturat á liðnum og tit hava mangan hjálpt okkum, tá ið tað hevur staðið á, segði hon.
- Og tað gjørdi tit eisini í dag, legði hon afturat, og sipaði til triðja og seinasta finaludystin ímóti Drátti í gjár.
Sí myndir frá móttøkuni niðanfyri