16 ára gamla Greta Thunberg leggur eftir heimsins politikarunum fyri ikki at taka ábyrgd men bara at lata standa til, tá tað umræður at basa veðurlagsbroytingunum.
Ungi veðurlagsaktivisturin gjørdi bart í kvøld við einari kenslubornari røðu á ST-veðurlagsfundi í New York, sum hon varð bjóðað til av ST-generalsekreterinum, António Guterres.
- Eg burdi slett ikki staðið her. Eg burdi verið í skúla. Tit síggja vón í okkum ungu menniskjum - hvat vága tit tykkum? Tit hava stolið mínar dreymar og mín barndóm við tykkara tómu orðum, segði hon hvassliga við tárum í eygunum.
- Um tit velja at svíkja okkum, fara vit ongantíð at fyrigeva tykkum. Vit fara ikki at lata tykkum sleppa avstað við hesum. Heimurin er við at vakna, og vit fara at síggja broytingar, um tit vilja tað ella ikki, segði Greta Thunberg.
Á videobrotinum niðanfyri ber til at síggja alla røðuna hjá unga svianum.
##med2##