Høgni Hoydal
------
Vit eiga nógv at vera errin av og takksom fyri í Føroyum. At tað hevur eydnast at skapa so nógv í Føroyum, og at vit hava møguleikan at liva við egnum samleika, mentan, ábyrgd, samhaldsfesti og virkismøguleikum sum eitt fólk millum onnur – her í miðjum Atlantshavi við sínum stóra náttúruríkidømi. Hetta, hóast vit hava havt eina í mongum førum ábyrgdarleysa politiska skipan, sum hevur stríðst ímóti framstigum, og hevur rent landið út av ella út á eggina búskaparliga við jøvnum millumbilum.
Alt tað, sum er skapt og hevur varðandi virði í Føroyum, er skapt av fólkinum her í landinum. Bæði tað handaliga, tað andaliga, tað vinnuliga og tað sosiala. Og sjálvandi eisini tað búskaparliga. Síðani 1997 hava vit sett tann sonevnda blokkstuðulin til viks í føroyska búskapinum. Vit hava rindað risaskuld aftur við renturs rentum. Og vit hava átikið okkum nýggjar ábyrgdir, ið hava gjørt okkum nógv óheftari av veitingum uttanífrá.
Eitt bragd – hóast politiska vanstýring
Síðani 1997 til í dag, er virðið av tí, sum vit sjálvi framleiða – tann sonevnda bruttotjóðarúrtøkan – nærum tvífaldað. Og luturin hjá tí sonevnda blokkstuðlinum er minkaður niður um 5%. Tað vil siga, at av hvørjum 100-krónuseðli, sum vit skapa virði fyri í føroyska samfelagnum, eru bara 5 krónur sonevndur blokkstuðul. Vit skapa sjálvi tey 95 prosentini.
Og hetta er hent meðan ein heil alivinna fór á heysin í 2003. Fiskiskapurin av toski og hýsu er síðani 2002 minkaður við einum avreiðingarvirði uppá 600 mió. um árið – í stóran mun orsakað av einum heilt skeivum fiskivinnupolitikki. Ein stórur banki er farin á heysin og nógv fólk hava mist stórar upphæddir. Og vit hava havt ábyrgdarleys landsstýri, ið sambært Búskaparráðnum hava elvt til ovurhiting í búskapinum (altso, at alt ov nógvur peningur er sprændur út í samfelagið og ongin tiltøk gjørd at broyta grundleggjandi viðurskiftir í samfelagnum, tálma bankunum ella leggja pening til viks.)
Nú vilja teir aftur í fortíðina
So vit áttu at verið errin og vónrík av, hvat hetta samfelagið og fólkið í landinum klárar, hóast ótrúliga truplar umstøður og skeivar politiskar avgerðir. Um vit taka veruliga ábyrgd og bara fremja nakrar av teimum neyðugu nýskipanunum, so eru øll útlit til, at vit megna væl at taka seinasta takið til at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð – og at skapa eitt gott livistøði fyri øll.
Men nýggja samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Fólkaflokkin vil tað øðrvísi! Nú skal grundarlagið undir einum samhaldsføstum samfelag, avmonterast: Flatskattur til tær hægru inntøkurnar skal fíggjast við at skatta pensjónirnar hjá øllum beinanvegin. Størsti parturin av arbeiðandi fólkinum skal gjalda beinanvegin av sínum pensjónspengum fyri at ein bankastjóri skal fáa tildømis 8000 kr. í skattalætta um mánaðin – uttan yvirhøvur at arbeiða ein tíma meira! Sig so, at tað loysir seg at arbeiða og spara upp til egna pensjón.
Biddarabræv Bárðar
Og samgongan hevur nú sent sítt biddara- og ómegdarbræv til danskar politikarar. Eins og í 1800-talinum, tá ein bólkur av føroyingum skrivaði til Kong undir felagsnevnararnum “Vi Fattige Folk Udi Færø” og mæltu staðiliga frá at avtaka kongliga Einahandilin. Tá vóru avsendararnir í veruleikanum ein samfelagsbólkur, ið hevði mesta fæið í samfelagnum, og sum var ræddur fyri at missa framíhjárættindi, um handilin gjørdist frælsur.
Og tað sama er galdandi nú. Formligur sendari av biddarabrævinum er Bárður Nielsen, fíggjarnevndarformaður, vegna samgonguna.
Hann skrivar í brævinum, at allir trupulleikar í føroyska búskapinum eru íkomnir, tí at sonevndi blokkstuðulin er vorðin minni partur av føroyska búskapinum.
Føroyska fólkið megnar ikki at klára seg – og kann ikki fáa vælferðartænastur, heilsubót ella eitt minni skattatrýst, um ikki danskir politikara vísa vælvilja og senda meiri pening til Føroya árliga (!). Og vilja teir ikki senda meira pening, so fer hetta at skaða álitið hjá føroyingum á Danmark.
Altso: Fáa vit stakkals føroyingarnir ikki meira pening frá tykkum, so hava vit ikki álit á Danmark (!), sigur Bárður Nielsen vegna Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Ov nógv peninganýtsla hevur skapt okkara kreppur
Hetta er annars sami Bárður Nielsen, ið sat sum fíggjarmálaráðharri í Føroyum frá 2004 til 2007. Sum slepti allari stýring av føroyskum búskapi og eggjaði til størri og størri nýtslu. Sum hartaði teir bankar, ið ikki vildu læna enn meira pening út. Sum helt tað vera rætt at fremja serskipanir í skattinum fyri at eggja fólki at læna sær pening til at spekulera í partabrøvum. Sum futtaði allar pengarnar av fyri søluna av táverandi Føroya Banka og setti onki til viks. Og sum ongar bygnaðarligar broytingar framdi í føroyska búskapinum.
Í biddarabrævinum slær hann fast, at hann onga ábyrgd hevur av nøkrum trupulleikum í føroyskum búskapi, men at “Den politiske beslutning om reduktion af bloktilskuddet i 2002 er hovedårsagen til den negative udvikling på indtægtssiden.”
Sum Búskaparráðið og óteljandi frágreiðingar hava sligið fast um bæði búskaparkreppuna í 90’unum og núverandi kreppuna, so eru tær ikki íkomnar av peningatroti. Tær eru íkomnar av ov nógvari og ótamdari peninganýtslu, ið ikki hevur veruliga virðisskapan aftanfyri seg. Og vit kunnu bara ímynda okkum standin, um fleiri blokk-pengar høvdu verið oystir út seinnu árini.
Niðurstøðan í Bárðarbrævinum
Niðurstøðan í biddarabrævinum er soljóðandi:
“Den politiske beslutning om at reducere tilskuddet til Færøernes Hjemmestyre samt bortfaldet af pristalsreguleringen har over tid haft en betydelig negativ indflydelse på Færøernes offentlige økonomi
Færøerne har mistet indtægter i milliardklassen
Hvis tilskuddets lave niveau samt ”fastfrysningen” af pristalsreguleringen fastholdes, forværres den negative indflydelse på Færøernes økonomi
Sundhedsvæsenet rammes særlig hårdt, og borgere på Færøerne oplever og får en stadig forværret service
De voksende udgifter til sundhedsvæsenet belaster landskassen mærkbart, idet tilskuddet til bl.a. sundhedsvæsenet fastholdes på samme niveau år efter år.
Reallønnen er lavere, og det er dyrere at leve på Færøerne end i Danmark
Skattetrykket på Færøerne er højere end i Danmark og resten af Europa, og færingernes levestandard er generelt lavere end danskernes
Færøerne har over en 10 års periode oplevet en stilstand i befolkningstilvæksten.
Ovenstående økonomiske fakta underbygger Færøernes Landsstyres ønske om at størrelsen af tilskuddet til Færøernes Hjemmestyre ajourføres, så det fremover bedre afspejler de faktiske udgifter til de bloktilskudsfinansierede områder.”
Sjálvsvirðing og framtíðarvón
Sambandsflokkurin – og nú eisini Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin – siga altso, at fleiri danskir pengar eru fortreytin fyri at fólkið kann liva, og vælferðin mennast í Føroyum í rímiligari javnstøðu við okkara grannalond. Og harafturat, at danskir pengar eru fortreytin fyri, at sambandsflokkarnir kunnu hava undirtøku millum fólk og reka sín politikk.
At hesir flokkar soleiðis vilja selja sína sál, er teirra skomm.
Men vit skulu nokta fyri og mótmæla harðliga, at teir við síni framferð royna at taka okkara sjálvsvirðing og framtíðarvón frá okkum.
Tey virðini og tey rættindini, vit eiga, hevur føroyska fólkið sjálvt skapt. Og vit eru ikki verri ella ússaligari enn onnur. Vit kunnu øll liva við sømd og menning í hesum landi, um vit duga at umsita og býta okkara ríkidømið rætt og skilagott.
Ein rættur er nevniliga ikki tað, sum onkur kann geva tær. Ein rættur er tað, sum ongin kann taka frá tær.