Tita Vinter er eitt tað mest originala listafólkið vit eiga, harafturat er hon bonus-listafólk, sum vit hava fingið púra ókeypis. Verkini hjá Titu Vinter nema við teg, tí at tey eru einføld, dramatisk og hava røtur í fólksligu listini her á landi samstundis sum tey eru ultramodernað.
Listasøguskitsa
Um vit nú skitsera eina føroyska myndlistasøgu kunnu vit siga, at í føroyskari list eru tvær høvuðsleiðir, har onnur hevur røtur sínar í upprunaligum fólksligum føroyskum sniðum, og hin hevur røtur í týskari ekspressionismu. Í hesum samanhangi hoyra verkini hjá Titu Vinter til leiðina við rót í føroysku listfrøðini listfrøði er estetikkur. Henda føroyska listfrøðin er eykend av tí einfalda og agafulla, sniðið í fólksligu verkunum byggir á einfaldar og sterktar formsnildir. Eins og í verkunum hjá Titu, og tí røra tey, tí nerta verkini hjá Titu Vinter við áskoðaran, gera honum mun, eru sum ein útrætt hond sum fær teg at undrast.
Hetta sigi eg út frá einum, sum Astri Luihn, hevur víst á. Umframt at vera myndlistakona, er hon tónleika- og fólkaminnisfrøðingur. Astri sigur, at fólksligur tónleikurin og fólkslig list í Føroyum eru einføld í stíli, t.d. í mun til norska fólksliga list sum er sera dekorativ og ofta ovurprýdd. Tað sum eyðkennir ta føroysku, fólksligu listina er, at listaligu ráðini eru einføld og snildirnar smáar, men sera effektiv. Eitt nú sum í knívinum, árini, tollinum, bindingarmynstrunum og træskurðunum, sum eru at síggja víða hvar í landinum. Hetta sama eyðkennir verkini hjá Titu Vinter.
Listaligir felagar
Talan er um ta einfeld, sum eyðkennir skulpturella stílin hjá Janusi Kamban og svart-hvíta grafikkin hjá Elinborg Lützen. Hjá Fridu Zachariasen, Fridu í Grótinum, sæst einfeldin í kompositiónini og litavalinum. Eisini Stefan Danielsen megnaði við fáum ráðum, eitt nú lítlum litskala, at skapa framúrskarandi listaverk.
Henda siðvenjan, sum byggir á einfaldar og fáar forfínaðar detaljur, er tað sama, sum vit síggja í mest nýskapandi samtíðarlistini. Vit síggja hana hjá Astrid Andreasen og Súsonnu í Jákupsstovu, vit síggja hana í lomvigamyndum hjá Astri Luihn, i myndum hjá Hansinu Iversen. Somuleiðis hjá Jógvani Biskopstøð og Svanhild Strøm sæst henda trá eftir tí einfalda.
Sermerki Titu
Hetta er soleiðis, tí at Tita Vinter eksperimenterar við tøkni og tilfari, samstundis sum hon er úti um seg og tekur ímóti úr tí, sum fer fram í samtíðarlistini. Hon hevur ment sína egnu tøkni, gjørt litir og skapað litskúla. Tað sæst í verkinum Taraskógur, sum er á Listasavninum.
Lætt og markleyst
Tita Vinter hevur ment listagrein sína og ta serligu tøknina til nakað heilt framúrskarandi, sum vekur ans á famsýningum bæði her heima og uttanlands. Hon skapar hesi løttu verkini, sum sveima í rúmdini, ella floyma móti tær út frá vegginum. Verkini rudda sær eitt rúm framman fyri sær og rundan um seg. Tað er tann mátin, sum Tita hevur ment, sum fær hetta í lag. Eitt nú Reyða, sum er at síggja á alnetinum (art.fo) er eitt loðið, reytt og svart myndateppið, sum hongur á vegginum, men sum brýtur ta vanligu rammuna teir longu træðrirnir røkka langt út um kantarnar á myndini og líkasum ógildar markið hjá verkinum, kámar markið millum verk og verð.
Høvuðsverkið, Pætursnótin frá 1997, sum er at síggja á Listasavninum, er púra einfalt ein nót úr mannahári, ein gomul ár og eitt navn, sum fær alla Bíbilsøguna fram í hugan og samstundis er ein viðmerking til alt mentanarlív í okkara tíð. Tí er ikki tað mesta í globaliseringini vorðið menniskjaveiða? Eisini listin?
Tað er stór rúmlist og installatiónir Tita ger.
Verkið einasti myndugleiki
Tita Vinter skapar síni verk burtur úr tilfari sum ull, hári og nógvum øðrum, bara tað er tráður. Hon er hon ikki bundin av siðvenjum hjá ávísum skúla, tí kann hon gera, sum hon vil, og sum verkið krevur. Tað er umráðandi: einasti myndugleiki í hesi einføldu og rámandi listaverð er tað, sum einstaka verki krevur.
Tita Vinter er fyrsta myndlistafólkið, sum fær Mentanarvirðisløn landsins eftir Ingálv av Reyni, sála, og Janus Kamban. Tað er sera gott.