Tjúgu føroyskir filmar fáa stuðul

Talan er um fleiri sløg av filmum, sum fáa stuðul á hesum sinni

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur gjørt av at lata 20 føroyskum filmum stuðul.

 

Játtanin til føroyska filmar er tvær milliónir krónur í ár og tá ið freistin at søkja var farin, høvdu tey fingið 29 umsóknir.

 

Eftir tilmæli frá filmsráðgevarunum, sum í hesum umfari eru Vár B. Jacobsen og Birgir Kruse, eru 1.442.900 krónur býttar út í hesum umfari.

 

Fýra filmar hava fingið 100.000 krónur, ella meira, í stuðli. Teir eru “Enter the Kitchen – Cook Rising” hjá Gudmundi Helmsdal/ETK Films, sum hevur fingið 250.000 krónur, “Eitt sindur um hvussu vit elska” hjá Anton Petersen/Cinema Polaris við Pæturi Marjunarson Dahl sum framleiðara, hevur fingið 200.000 krónur, “Nina” hjá Mariu Winther Olsen/Toka Film, hevur fingið 141.000 krónur, og “Søgan um Ruth” hjá Árna Nicolajsen, hevur fingið 100.000 krónur.

 

Annars fingu hesir 20 filmarnir stuðul í fyrra umfari:

1. Gunrid Hansen/Dagstovnurin á Velbastað, “Børn í grønum umhvørvi”, kr. 17.000

2. Jón Hammer/KYK Myndir, til útbreiðslu av “Dalur” og “Skuld” hjá Heiðriki á Heygum, kr. 35.000

3. Ingun í Skrivarastovu/ Fish & Film, til útbreiðslu av “Dreymar við havið” hjá Sakaris Stórá, kr. 50.000

4. Anton Petersen/ Cinema Polaris, framleiðari Pætur M. Dahl, “Eitt sindur um hvussu vit elska”, kr. 200.000

5. Gudmund Helmsdal/ETK Films, “Enter the Kitchen – Cook Rising”, kr. 250.000

6. Sakaris Stórá, einki heiti, kr. 45.000

7. Annika á Lofti/Rogviper, “Góða Mary”, kr. 97.000

8. Eir í Ólavsstovu/Hugmynd, “Havið”, kr. 85.000

9. Franklin Henriksen/Levende Film, uttan heiti, kr.28.000

10. Eir í Ólavsstovu/Hugmynd, “Í og rundanum eina dupultsong”, kr. 25.000

11. Hans Kristian Eyðunsson Hansen/Green Animation Studios, “Marra 2 – Ránsmenn”, kr. 30.000

12. Maria Winther Olsen/Toka Film, “Nina”, kr. 141.000

13. Julia í Kálvalíð Jacobsen, “Omman”, kr. 86.500

14. Franklin Henriksen/Levende Film, “Story Music”, kr. 55.400

15. Árni Nicolajsen, “Søgan um Ruth”, kr. 100.000

16. Jónfinn Stenberg, “Til barnaføðingardagar og jarðarferðir”, kr. 30.000

17.   Gudmund Helmsdal/ETK Films, “Trøllabeiggjar”, kr. 50.000

18. Anita Hermansen, “Tummas”, kr. 84.000

19. John Jacobsen, “Undrið”, kr. 20.000

20. Rói Davidsen, “Uttan vón”, kr.14.000

 

Menramálaráðið sigur, at nú eru 557.100 krónur eftir til at stuðla føroyskari filmsgerð við.