Tjóðpallurin fær grønt ljós

Politikarar hava samtykt at seta Tjóðpall Føroya á stovn. Eitt leiklistaráð skal veljast, sum skal seta stjóran. Stjórin setir leikarar og dansarar í starv og skal leggja skránna

Løgtingið hevur givið sína heimild til at seta á stovn Tjoðpall Føroya sum sjálvstøðugan almennan stovn.
Tað hendi týsdagin, tá 27 løgtingsmenn trýstu á grøna knøttin og harvið tóku undir við Tjóðpallinum. Bara Gerhard Lognberg atkvøddi blankt og Jenis av Rana atkvøddi ímóti.
Sambært uppskotinum skal eitt leiklistaráð setast við umboðum fyri Leikarafelag Føroya, Meginfelag áhugaleikara Føroya, Listafólkasamband Føroya, Tórshavnar Býrað, starvsfólk og landsstýri.
Leiklistaráðið setir stjóran, sum verður áramálssettur. Stjórin skipar fyri virksemi stovnsins. Hann skal gera ein skipanarligan bygnað fyri stovnin og setir í starv og loysir úr starvi leikarar og onnur starvsfólk. Hann hevur listarligu ábyrgdina og er evsti myndugleikin í spurninginum um leikskrá. Stjórin ger eisini uppskot um fíggjarætlan, sum skal leggjast fyri landsstýrismannin.
Hjá Tjóðpalli Føroya fara sjónleikarar, dansarar og onnur leikhússtarvsfólk at starvast. Tjóðpallurin skal í sínum virksemi leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði og skal framføra bæði klassisk og nútímans verk.
Enn eru ongir pengar játtaðir til Tjóðpall Føroya. Heldur ikki er ætlanin, at eitt tjóðleikhús verður bygt beinanvegin, men miðast skal eftir, at eini hús verða funnin til endamálið í høvuðsstaðnum.