Vápnaðir menn brutu jólanátt inn í eina verksmiðju har suðuri í Russlandi og rændu 150 kilo av evninum platin. Tíðindastovan Interfax skrivar, at evnið er góðar 32 milliónir krónur vert.
Russiska løgreglan sigur, at verksmiðjan, sum er í býnum Astrakhan, framleiðir glastrevju.
Løgreglan avbyrgdi økið kring verksmiðjuna, og løgreglan leitar nú eftir 10 ella 12 vápnaðum innbrotstjóvum og bilinum, sum tjóvagóðsið er í. Løgreglan hevur funnið ein buss, sum verksmiðjan eigur, og hildið verður, at tjóvarnir brúktu hann, tá teir rýmdu, og at teir hildu leiðina fram í einum øðrum bili.