Tjóðveldi: Menning og sjey tjóðarmál

Nýggja slagorðið hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið er “Menningin loysir seg”. Lítið varð sagt um fullveldi og loysing, men ístaðin vóru tað sjey tjóðarmál, ið flokkurin legði dent á

Tað var Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ið legði fram valskránna í hølunum hjá Tjóðveldi í Niels Finsensgøtu, grannahúsini hjá Javnaðarflokkinum.

Valskráin er í tveimum, ein stutt og ein drúgv. Tann drúgva hevði heili 17 punkt, meðan tann styttra hevði sjey punkt.

Hann nýtti tó stóran part av tíðini at vísa á, hvat Tjóðveldi og verandi samgonga longu hava loyst saman, sum til dømis ein framskygdan fíggjarpolitikk, eitt sameint sjúkrahús og at pensjónistar hava fleiri pengar um hendi.

Síðani vísti hann á nøkur av teimum stórmálum frá verandi samgonguni, sum enn eru í menning, sum hann kallaði tað: fiskivinnunýskipanin og ymiskt innan mentanarøkið, sum til dømis at útbyggja musikkskúlaskipanina, nýtt Fróðskaparsetur og Tjóðleikhús.

Ynskja at halda fram við C og F

Tá ið tosað varð um samgongumøguleikar, so var týðiligt, at Høgni Hoydal ynskti at halda fram við verandi samgongu.

– Vit hava havt gott samstarv við teir flokkar, ið vit eru í samgongu við. So tað er eitt gott boð at halda fram saman við verandi flokkum, segði Høgni Hoydal.

Men hann útihýsti heldur ikki aðrar samgongumøguleikar.

– Vit mugu síggja, hvat valúrslitið verður. Men vit útihýsa ikki nakran flokk, vit kunnu samstarva við allar, men vit kunnu útihýsa politikkin hjá onkrum flokki, segði Høgni Hoydal.

Hann vil tó hava tjóðveldispolitikk við í eina nýggja samgongu.

– Vit mugu fáa okkara politikk við í eina samgongu. Treytin er at halda fram á fullveldisleið, segði formaðurin.


Menning ella fullveldi?

Undir framløguni varð ikki nógv tosað um fullveldi og loysing, sum hava verið nøkur av høvuðsorðunum í valskráunum hjá Tjóðveldi í nógv ár. Men tá ið formaðurin fekk spurningar um hetta aftaná, so var hann tó greiður.

– Nei, vit arbeiða fram móti føroyskum fullveldi og at skipa Føroyar sum eina sjálvstøðuga tjóð. Ríkisveitingin er minkað, og vit hava harvið gjørt klárt til, at Føroya fólk kann taka eina avgerð um framtíðarstøðu sína sum eitt sjálvstøðugt fólk. Vit hava ongantíð verið so sjálvberandi og so nær sjálvbjargni, sum vit eru nú, segði Høgni Hoydal.

– Vit hava framt stórar ábøtur seinastu fýra árini og fingið eitt javnari samfelag. Menningin loysir seg. Vit eru á veg móti einum sjálvstøðugum, sjálvberandi og samhaldsføstum Føroyum. Vit halda fram at menna Føroyar. Og øll tøk, sum eru tikin á sjálvstýris- og sjálvbjargnisleið hava loyst seg. Men menningin tekur tíð, segði Høgni Hoydal.

Nú eru ikki nógv mál eftir at yvirtaka, men hesi mál vónar Tjóðveldi at fáa yvirtikið í í komandi tíð.

– Dómsvaldið, politivaldið, uttanríkismál, loftferðslumál og at fáa skipa lestrarstuðul til føroyingar, sum lesa uttanlands eru málini, ið vit ætla at fáa yvirtikið. Vit eru á leið móti einum frælsum Føroyum, segði Høgni Hoydal.

Barsil upp í trý ár

Umframt hesi nevndu ting, ætlar Tjóðveldi eisini at taka tey 17 heimsmálini hjá ST til sín, at skapa størri rásarúm til barnafamiljur, at veita møguleika at hava barsil upp til trý ár, at leggja áherðslu á heilsufremjan og fyribyrging, at fáa fleiri vardar íbúðir, at fáa realkredittlánsbrøv, at kommunur fáa loyvi at byggja eldra- og lutaíbúðir, at fáa lendisplanleggingarlóg, at stytta um arbeiðsvikuna, at menna samferðslumøguleikarnar til útoyggj og smápláss, at fáa tunnil Norður um Fjall og Fámjinstunnil og nógv annað.

31 á listanum

Á listanum hjá Tjóðveldi standa í løtuni 31 valevni, men Høgni Hoydal segði, at "arbeitt verður við onkrum í løtuni", so væntandi verða fleiri valevni at síggja á listanum áðrenn valið.

 

----

 

Tjóðarmál

Valskráin hjá Tjóðveldi – tey sjey tjóðarmálini – eru mál, sum flokkurin hevur sett fær fyri at fáa framt, skuldi flokkurin komið aftur til valdið. Samstundis sigur flokkurin, at í summum málum er neyðugt at leggja partapolitikk og seráhugamál til síðis, og so standa saman um at loysa trupulleikar fyri tjóðina, sum sagt verður.

Í stuttum eru tey sjey tjóðarmálini hesi:

1. Í Føroyum skulu øll kunna fáa bústað: Tjóðveldi vil, at allir avvarðandi partar semjast um at byggja 500 bústaðir aftrat, bæði sum leiguíbúðir og lutaíbúðir.

2. Alt landið skal fáa gagn av ferðavinnuni: Allirføroyingar skulu hava rætt til at ferðast í hagum í Føroyum, men ferðavinnan eigur at vera burðardygg og leggja pengar eftir seg um alt landið.

3. Vit skulu menna eina føroyska viðgerðartrygd: Tjóðveldi vil fáa fleiri serlæknar til Føroya, fáa eina føroyska viðgerðar- og útgreiningartrygd.

4. Grøn orka fer at vinna í longdini: Flokkurin vil, at frá 2022 skulu nýggj sethús lúka krøv um grøna orkuveiting. Flokkurin vil eisini, at fyritøkur, sum gera íløgur í orkuvinarlig skip og reiðskap, skulu fáa fyrimun.

5. Føroyskar loysnir skapa frælsi í familjulívinum: Tjóðveldi vil, at vit fara undir at stytta um arbeiðsvikuna hjá teimum, sum starvast í vakttungum størvum.

6. Eitt sterkt vinnulív er bulurin: Føroyar skulu gerast munandi meira sjálvveitandi við matvørum sum mjólkaúrdrátti, grønmeti, kjøti og sjómati, og vilja vit í hesum sambandi skapa eina nútímans jarðar- og landbúnaðarlóggávu.

7. Vit skulu virka og liva allastaðni í Føroyum: Tjóðveldi vil, at vit seta Suðuroyartunnilin á skrá eins og fleiri aðrir tunlar.