Javnaðarflokkurin tekur undir við stórum parti av nýggju sjálvstýrisætlanini hjá landsstýrinum. Men hann tekur als ikki undir við, at endamálið við henni er fullveldi.
Hetta ger Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, greitt, eftir at løgmaður enn einaferð hevur meldað út, at hann fer at royna at fáa Javnaðarflokkin við í nýggju ætlanina hjá landsstýrinum.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa eina avtalu í lag við donsku stjórnina, um at løgtingið sjálvt skal fáa heimild at gera av at yvirtaka øll málsøki uttan ríkismál eftir eini ætlan, sum landsstýrið leggur til rættis. Eisini ætlar landsstýrið sær at gera eina avtalu við donsku stjórnina um at niðurlaga blokkstuðulin yvir eitt ávíst áramál.
Tá hetta er gjørt, hevur landsstýrið fingið eina koyriætlan fram móti fullveldinum, og hana skal Føroya fólk taka støðu til á eini fólkaatkvøðu í apríl.
Tá so øll málsøki eru yvirtikin og blokkstuðulin niðurlagaður, skal Føroya fólk aftur til fólkaatkvøðu at taka støðu til eina føroyska grundlóg, sum staðfestir Føroyar sum fullveldisríki.
Einki verður broytt
Men Jóannes Eidesgaard trýr einki uppá, at hendan ætlan verður framd í verandi valskeiði. Hann vísir á, at hendan nýggja ætlanin, eins og tann fyrra fullveldisætlanin, er borin uppi av dreymum hjá Tjóðveldisflokkinum um fullveldi.
? Tað er komplicerað at yvirtaka. Tað er ikki bara sum at skera í smør. Hetta er yvirtøkan av Skipasýninum gott dømi um. Samgongan hevur arbeitt við at yvirtaka Skipasýnið síðani hon kom til, og enn er ikki komið á mál, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at onnur málsøki, sum til dømis løgregla og dómsvald eru upp aftur torførari at yvirtaka, orsakað av mongum lógum og altjóða reglum, sum skulu fáast upp á pláss. Tí fara hesi mál minst at taka somu tíð at yvirtaka, sum skipasýnið. Og tískil er Jóannes Eidesgaard sannførdur um, at ætlanin hjá landsstýrinum ikki fer at halda.
? Tað rætta hevði verið, at samgongan setti sær fyri at fáa eina nýggja skipan við danir, sum gevur løgtinginum fulla heimild at yvirtaka øll málsøki til fult føroyskt ræði uttan ríkismál, tá løgtingið heldur tað vera ráðiligt. Yvirtøkan skal ikki fara fram eftir eini koyriætlan, men tá løgtingið er samt um tað. Og tá øll málsøki eru yvirtikin, kann tann samgongan, sum tá situr, gera av, um vit skulu hava fólkaatkvøðu um fullveldi ella ei, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hendan loysnin er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til eina sjálvstýrislóg í staðin fyri heimastýrislógina.
Formaður Javnaðarfloksins heldur, at landsstýrið beinan vegin, tað varð skipað, skuldi havt sett sær fyri eina slíka skipan. Tí so hevði verið komið nógv longur á sjálvstýrisleið, enn tað higartil hevur eydnast.
? Eg eri bangin fyri, at tá valskeiðið er av, hevur tað ikki eydast samgonguni at framt nakað mennandi á sjálvstýrisleið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Vantandi heimild
Løgmaður hevur gjørt greitt, at hann ætlar at fáa eina avtalu í lag við danir í hesum mánaðinum, um at broyta heimastýrislógina, so tað eisini stendur løgtinginum frítt at yvirtaka málsøki á lista B í heimastýrislógini. Hesa avtaluna skulu embætisfólk hjá løgmanni fáa í lag.
Men Jóannnes Eidesgaard vísir á, at løgmaður her rennir seg í ein stóran trupulleika.
? Embætisfólkini hjá løgmanni hava sjálvsagt ikki heimild at broyta heimastýrislógina. Tey kunnu í besta føri fáa í lag semju um eitt uppskot, hvussu hon skal broytast, og so má hetta uppskotið viðgerast og samtykkjast bæði á Fólkatingi og í Løgtinginum. Hetta er nakað, sum tekur drúgva tíð, og tí hongur tíðarætlanin hjá løgmanni ikki saman, sigur Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard sigur seg hóast alt vera sinnaðan at samráðast við løgmann um eina loysn, men Javnaðarflokkurin stendur fast við ríkisfelagsskapin, ger hann greitt.