Tjóðveldisflokkurin má finna 10 mió krónur

? Tjóðveldisflokkurin breyt gjørdar samgonguavtalur á tingfundinum fríggjadagin. Hetta kostar landskassanum 10 milliónir krónur, og tær sparingarnar eigur Tjóðveldisflokkurin at finna á sínum egnu málsøkjum, heldur Fólkaflokkurin

Fólkaflokkurin leggur nú trýst á Tjóðveldisflokkin, og biður formann floksins, Høgna Hoydal, nú fáa skil á sínum tingmonnum.
Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at Tjóðveldisflokkurin breyt tvey samgongulyft fríggjadagin, sambært Óla Breckmann, formanni Fólkafloksins á tingi.
Óli Breckmann hevur tí skrivað Høgna Hoydal eitt bræv.
? Vit halda tað vera sjálvsat, at Tjóðveldisflokkurin innan egin málsøki finnur somu upphæddir, sum tær, ið orsakað av avtalubrotunum koma til útgjaldingar í ár, so at hesar eykajáttanir verða útreiðsluneutralar fyri landskassan, sigur Óli Breckmann.
Hann sipar til tær o. u. seks milliónirnar, sum ætlanin var at spara við uppskotinum hjá Páll á Reynatútgvu, landsstýrismanni, við at taka av stuðulin til uppihaldspening, og uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn. Hetta skuldi spart landskassanum o. u. fýra milliónir.
Tilsamans kostaðu avtalubrot Tjóðveldisfloksins, sambært Óla Breckmann, landskassanum 10 mió, og hann heldur tað verða sera órímuligt, um hetta skal ganga út yvir málsøkini, sum Fólkaflokkurin umsitur í landsstýrinum.
? Tjóðveldisflokkurin brey gjørdar samgonguavtalur og helt tingið fyri gjøldur við at skifta støðu og kúvenda í málum, tá atkvøtt varð, stikk ímóti tí, hann hevði avrøtt og enntá undirskrivað við aðrar flokkar og tingmenn, sigur Óli Breckmann.
? Vit vóna, Tjóðveldisflokkurin skjótt klárar at tryggja innanhýsis floksaga til at »geva samgonguni ein seinasta kjans«, sum formaður floksins alment tók til, tá hann setti seg í sessin sum landsstýrismaður í mentamálum, sigur Óli Breckmann.