Tjóðveldisflokkurin má koma út úr holuni sum skjótast, skal øsingin um persónligu ákærurnar hjá Tórbirni Jacobsen ikki menna seg til eina álvarsliga stjórnarkreppu. Tað heldur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, sum undrast á, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur meldað út, um hann tekur undir við Tórbirni Jacobsen ella ikki.
Men bæði formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, og høvuðspersónurin í málinum, Tórbjørn Jacobsen, hildu seg aftur í gjár burtur frá fjølmiðlunum. Einasta viðmerking vit umvegis millummmann fingu frá formanni Tjóðveldisfloksins í gjár var, at hann onga viðmerking hevði, tí talan var um eitt ?innanhýsis samgongumál?, sum hann málbar seg.
Taka ákærurnar aftur
Sambært Jógvan Sundstein er talan tó langt frá um nakað innanhýsis samgongumál, tá samgongulimir reisa álvarsligar persónligar ákærur í almennum viðmerkingum.
- Løgmaður má fáa eina heilt greiða útmelding frá Tjóðveldisflokkinum um at tað, sum Tórbjørn Jacobsen sigur, ikki er umboðandi fyri meiningina hjá Tjóðveldisflokkinum, og Tórbjørn Jacobsen má taka persónligu ákærurnar ímóti løgmanni aftur. Um Tjóðveldisflokkurin stuðlar Tórbirni Jacobsen í tí, sum hann sigur, so er støðan ikki til at liva við fyri tað politiska samstarvið, sigur Jógvan Sundstein, sum sigur seg ongantíð hava upplivað at vera fyri so álvarlisgum ákærum í sínari tíð sum løgmaður, sum tær, Anfinn Kallsberg er fyri nú.
Ein onnur støða
Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin hava leitt politisku samgonguna í góð fýra ár, og ofta hevur tónalagið verið hart millum ráðharrar og tinglimir í teimum báðum flokkunum. Men verandi støða er meira álvarslig enn nakrantíð, metir Jógvan Sundstein.
- Hetta er ein heilt onnur støða, tí her nærkast man ærumeiðing. Higartil hava ákærurnar millum samgongufelagarnar hóast alt verið politiskar, men í hesum førinum er álopið persónligt. Tá tað koma persónlig álop og ærumeiðing millum samgongufelagar, so má man taka samgongusamstarvið upp til eftirmetingar. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at samgongan fær reinsað luftina nú, sigur Jógvan Sundstein, sum metir at Tjóðveldisflokkurin má hava stórar innanhýsis trupulleikar í løtuni.
Stevning er seinasti møguleiki
Sum vit skrivaðu í gjár, so eru úttalilsini hjá Tórbirni Jacobsen í bløðunum týsdagin av slíkum slag, at løgmaður kann stevna tjóðveldistingmanninum fyri ærumeiðing. Jógvan Sundstein metir tó ikki at hetta er besta loysnin hjá løgmanni.
- Í sær sjálvum er stevning eingin loysn, men tað kann gerast neyðugt sum ein seinasti útvegur, um einki annað riggar. Tað er altíð lættari at sita á síðulinjuni og geva ráð, men hevði eg sitið í støðuni hjá Anfinn, hevði eg ikki valt at stevnt uttan at hava roynt aðrar møguleikar fyrst. Men okkurt má gerast, um Tjóðveldisflokkurin ikki av sínum eintingum tekur avleiðingarnar sjálvur, sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður.