POLITIKKUR
- Tað er neyvan komið fyri oftani, at ein andstøðuflokkur, tá bert 10 mánaðir eru eftir til val, leggur fram uppskot um at strika skattalættar. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins. ??Tjóðveldisflokkurin hevur lagt uppskotið fram um at strika skattalættan, sum samgongan hevur samtykt fyri 2008. Ein skattalætti, ið sambært landsstýrinum sjálvum í minsta lagi fer at kosta landskassanum 72 mió. kr og kommunum 13 mió. í 2008.
Fyri hetta valskeiðið koma skattalættar landsstýrisins annars at kosta landi og kommunum í minsta lagi 380 mió. kr., sambært tølunum hjá landsstýrinum.
Høgni Hoydal sigur, at ikki bara andstøðuflokkar, men eisini Búskaparráðið, fakfeløg og allir búskaparfrøðingar, ið hava gjørt vart við seg, ávara staðiliga ímóti skattalættnum hjá landsstýrinum. ??Í uppskotinum hevur Tjóðveldisflokkurin m.a. hesar grundgevingar:
Tjóðveldisflokkurin heldur, at skattapolitikkurin hjá landsstýrinum rætt og slætt er ábyrgdarleysur: ??- Hann er sosialt órættvísur og veksur um stættarmunin.
- Hann útholar samhaldsføstu hugsjónina um, at tann, ið hevur ráð, letur lutfalsiga meira til felagsskapin.
- Hann elvir til yvirhiting av búskapinum, hækkað kostnaðarstøði, inflasjón, versnandi handils- og gjaldsjavna og versnandi kappingarføri. ?- Hann undirgrevur eina trygga og samhaldsfasta fígging av vælferðartænastum hjá landi og kommunum, tí landskassin dúvar í størri mun upp á mvg- og avgjaldsinntøkur av privatum forbrúki – og tá forbrúkið stendur í stað ella minkar, er eingin fígging til vælferðartænastur.
- Hann hevur elvt til, at vit ikki hava gjørt okkum leys av donsku heildarveitingini, ið nú hevði verið ein viðfáningur, um politikkur til frama fyri ein sjálvberandi búskap hevði verið førdur, heldur enn skattapolitisk eksperiment til frama fyri tey fáu.
Tí verður skotið upp at strika tann skattalættan, ið er samtyktur at koma í gildi 1. januar 2008.
Hetta kann bøta eitt sindur av skaðanum, ið longu er hendur – og hetta fer í minsta lagi:
- at spara landskassanum 72 mió. kr. og kommununum 13 mió. kr. árliga, ?
- at taka eitt sindur av ferðini av einum búskapi, ið er á veg móti heilt álvarsligum trupulleikum, ?- at minka eitt sindur um sosialu gjónna, ?
- at bøta um grundarlagið fyri haldgóðum vælferðartænastum.