Tjóvurin fekk einki við sær

Í nátt hevur onkur brotið inn í matstovuna Etika á Áarvegnum.

 

Hildur Hentze, kanningarleiðari, sigur, at tjóvurin hevur brotið ein rút í bakdurinum og tikið seg inn tann vegin.

- Hann hevur tó larmað so mikið illa, at ein gestur á Hotel Hafnia er vaknaður av larminum, og hevur sæð, hvat var á vási. Viðkomandi ringdi tí eftir løgregluni, sum var skjót á staðið, sigur hon.

 

Tjóvurin hevur møguliga lagt til merkis, at hann er uppdagaður, tí áðrenn løgreglan kemur á staðið, er hann farin til rýmingar.

- Í tí at løgreglan kemur á staðið, síggja vit halaferðina á honum fara um hornið ovast í Amtmannsbrekkuni, men hann er horvin, tá vit koma niðan brekkuna, sigur Hildur Hentze.

 

Vitnið helt, at tjóvurin kanska var rýmdur við nøkrum fløskum, men Hildur Hentze sigur, at tjóvurin einki fekk við sær.

- Tey, ið varða av handlinum hava verið á staðnum og kunnu staðfesta, at einki er tikið, sigur hon.

 

Tjóvurin verður lýstur sum ein høgur maður í myrkari hettutroyggju og løgreglan arbeiðir enn við at fáa fatur á honum.