Tjaldur bert trý stig frá oddasessinum

Kyndil-Tjaldur 15-33 (6-17)

Tjaldur er við sigrinum í kvøld komið ájavnt VB við stigum og hevur 22 stig, sum eru trý færri enn oddaliðið Stjørnan. Sostatt yvirhálaði Tjaldur Neistan og blandaði seg enn meira upp í oddastríðið, nú fýra umfør eru eftir í Sunset-kappingini.

 

Í dystinum í kvøld, har Tjaldur longu í hálvleikinum var frammanfyri við 11 málum, vóru tað fyri tað nógva tær yngru og lokalu á liðnum hjá Tjaldri, sum fingu møguleikan, og eitt nú sat Adina Petrea fyri tað nógva á bonkinum.

 

Hinvegin kundi Kyndil, sum fyri aðru ferð í tveir dagar tapti við 18 málum fyri Tjaldri, í sínum lagi gleðast um, at Randi Wardum var við aftur, hóast hon ikki í kvøld kom á máltalvuna.

 

Fyri Kyndil var Jacklin Durhuus við fimm málum toppskjútti, og hjá Tjaldri vóru Annika Thomsen og Adina Petrea bestu málskjúttar við ávikavist 11 og níggju málum.