Hóast tær júst eru fluttar upp aftur í bestu kvinnudeildina, so hevur Tjaldur veruliga bitið frá sær í vetur.
Sunnudagin tóku tær móti Kyndli, og her var eingin sum helst ivi um, hvønn vegin sigurin skuldi fara. Frá fyrsta bríksli var tað Tjaldur, sum setti dagsskránna, og longu eftir einum korteri var munurin komin upp á seks mál.
Og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Kyndil fekk ikki gjørt tað heilt stóra fyri at steðga sterku skjúttunum hjá Tjaldri, sum veruliga fingu skotið fyri seg hendan dagin.
Sigurin ber við sær, at Tjaldur nú bert er tvey stig frá Stjørnuni, sum er nummar tvey í kappingini. Og so fara teir báðir næstu dystirnir at vísa, hvussu langt Tjaldur kann røkka í kappingini við tey fremstu liðini. Komandi umfarið skulu kvinnurnar úr Runavík spæla á útivølli móti Neistanum, og eftir hetta verður tað á útivølli móti Stjørnuni, at uppflytararnir skulu royna seg.
Hjá Kyndli ræður fyrst og fremst um at fanga StÍF aftur. Og nú hevur nýggi venjari so tríggjar vikur til at fyrireika liðið til vitjan á Skála.
Fakta um dystin
Tjaldur-Kyndil 34-17 (17-11):
10 min: 6-3
20 min: 12-7
40 min: 22-14
50 min: 27-18
Málskjúttar
Tjaldur: Heidi Sevdal 7, Pátru Marinela 7(5), Adina Petrea 6, Alina Olaru 6, Annika Thomsen 6, Benedikta Johannesen 1, Jóhanna í Króki 1
Kyndil: Jacklin Durhuus 5(2), Ása Christiansen 3, Barbara Egilstrøð 3, Jórun Ludvig 2, Ronja M. Mikkelsen 2, Halla Midjord 1, Rakul N. Joensen 1
Brotskøst: Tjaldur 6, Kyndil 2
Útvísingar: Tjaldur 1, Kyndil 2
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen