Tjaldur og Stjørnan spæla FM-finalurnar

Í Runavík vann Tjaldur 35-29 á Stjørnuni, og hevur við tí sigrinum, samstundis sum VB og Neistin spældu javnt, tryggjað sær pláss í FM-finalunum ímóti júst Stjørnuni. Tjaldur var á odda 17-16 í hálvleikinum, men økti um leiðsluna í seinna hálvleiki.

 

Í Vági megnaði Neistin at stríða seg upp á odda 26-22 ímóti VB, og tað merkir, at hvørki liðið kann fáa Tjaldur aftur. Neistin er nú trý stig aftan fyri Tjaldur, meðan VB kann fáa Tjaldur aftur í stigum, men er verri í innanhýsis dystunum teirra millum.

 

Og í botndystinum á Hálsi í Havn, vann Kyndil 27-25 ímóti StÍF, eftir at hava verið á odda 15-14 í hálvleikinum. Hetta var fyrsti sigurin hjá Kyndli hetta kappingarárið.

 

1. Stjørnan 29 stig

2. Tjaldur 27 stig

4. VB 25 stig

3. Neistin 24 stig

5. StÍF 7 stig

6. Kyndil 2 stig