Tjaldur órógvar oddin

KÍF-Tjaldur 26-29 (15-11):

Eftir sigurin á kollfirðingum eru runavíkingar nú bert trý stig frá bronsuplássinum, men kollfirðingar hanga framvegis í

 

Hondbóltur ? menn


Tað tykist vera ein farin tíð, tá Tjaldur var fast tilhoyr í botninum í fremstu hondbóltsrøðini. Soleiðis hevur stutta søgan hjá hondbóltinum í Runavík annars verið, síðani navnabroytingin fór fram fyri nøkrum árum síðani.

Í fjør sóust av og á nakrir glottar, tó at tann neyðugi stabiliteturin ikki var til staðar, men í ár hevur veruliga bragdað. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, er ferð veruliga komin á stigasavnanina, og leygardagin var so ein møguleiki at toga seg enn longur uppeftir, tá leiðin gekk til Vestmanna at dystast móti kollfirðingum.


Skiftandi hálvleikir

Eftir fyrra hálvleik var tó ikki líkt til, at gestirnir skuldu fáa nakað heim aftur við sær til Runavíkar. Eftir eina heldur javna byrjan, kom verulig ferð á heimaliðið seinastu 10 minuttirnar undan steðginum.

Óla Christian Djurhuus sýndi hesa løtuna rættiligt stórspæl í málinum, so tað kundi gera akkurát tað sama, hvussu runavíkingar royndu. Lagið á leikandi venjaranum, Durica Tomic, var eisini í topp, og hóast málini frá hansara hon ikki vóru tey mestu, so átti hann næst seinastu hondina á stórum pørtum av kollfarðaálopunum.

Hetta kundi líkst avgerandi løtuni í dystinum, og hevði helst eisini verið tað, um gestirnir ikki fingu hálvleikssteðgin at fáa alt í rættlag aftur.

Tjaldur var nevnliga fullkomuliga broytt, nú teir komu út aftur til seinna hálvleik. Teir løgdu nógv meira fyri í verjuni, soleiðis at uppgávan hjá Dejan Lacoe í málinum ikki gjørdist púrasta vónleys, og spakuliga fingu teir soleiðis tak á dystinum.

At byrja við tóku teir seg ikki so nógv inn á kollfirðingarnar, men brádliga tók at bragda. Tað var sum um byrjanin til hetta var reyða kortið, sum Jens Martin Knudsen fekk, eftir triðju útvísingina. Kollfirðingar fingu brotskast, sum teir misnýttu, og so fóru undirmannaðu gestirnir ígongd. Í undirtali skutu teir tvey mál á rað, og so helmaðu teir ikki í.

Við skjótum álopsspæli tægaðu teir KÍF-verjuna somikið sundur, og tað var ikki at undrast á, at Óla Christian fleiri ferðir kendi seg bæði væl og virðiliga seldan av viðleikarunum, tá hesir ikki vóru nóg skjótir at koma í verjustøðu.

Í einum lopi leyp Tjaldur frá at vera aftan fyri við fimm málum til at vera tvey frammanfyri, og hóast heimaliðið royndi at svara aftur, so var hetta vónleyst.


Nýggir tónar

Við sigrinum er Tjaldur nú av álvara farin at nærkast bronsuplássinum, sum hoyvíkingarnir framvegis sita á. Hetta eru helst søtir tónar í oyrunum á runavíkingunum, og megna teir at byggja víðari á góðu gongdina, tá farið verður undir endaspælið, eru heiðursmerki kanska ikki heilt óhugsandi.

Tað veldst tó rættiliga nógv um, í hvussu stórum álvara hondbólturin verður tikin í seinnu hálvu. Tá fótbólturin av álvara fer á rull aftur, plagar hetta at órógva inni á í Runavíkini, men hinvegin er hetta tó eisini ein trupulleiki, sum fleiri av mótstøðuliðunum eisini dragast við.

Hjá KÍF merkti sigurin í fyrsta umfari, at teir duttu eitt pláss niður á talvuni, tó at allar súður enn ikki eru syftar hjá teimum. Tá stigini verða býtt í helvt, er framvegis ikki so langt upp til bronsuna, at teir skulu gloyma alt um hetta, men útgangsstøði versnaði í øllum førum eitt stig, og so man tað ivaleyst vera steinur oman á byrðu, at stinni málverji teirra fekk reytt kort í seinastu sekundunum, tá hann í frustratión sparkaði bóltin langt av leið.


Dysturin í tølum

KÍF-Tjaldur 26-29 (15-11)

Málskjúttar:

KÍF: Durica Tomic 6(1), Jákup Dam 5, Regin Petersen 4, Kristian Madsen 3, Iljan Topic 3, Eddie Joensen 3, Petur M. Poulsen 2

Tjaldur: Mortan Hansen 9(1), Hartvig Joensen 7(2), Sverri Justinussen 5(1), Dragisa Stojovic 5, Jens Martin Knudsen 2, Zoran Sarcevic 1

Brotskøst: KÍF 2, Tjaldur 5

Útvísingar: KÍF 5, Tjaldur 4

Diskvalifikatión: KÍF 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar úr StÍF: Pole Hansen & Jústines Justinussen. Tó at talan til tíðir var um ein rættiliga rótutan dyst, so høvdu teir alla tíðina gott tak á.