Tjúgu fráboðanir um el-skaða

Brekið hjá SEV fríggjadagin gjørdi, at fleiri smærri el-tól oyðiløgdust.

Ein feilur á kaðalnetinum hjá SEV fríggjadagin, førdi við sær, at ov nógvur spenningur var á netinum til fleiri av smærru bygdunum norðarlaga á Eysturoynni. Tílíkir feilir kunna føra við sær, at ymisk el-tól fáa skaða og verða oyðiløgd.


Janus Thomsen, stjóri á Trygd, upplýsir fyri in.fo, at tryggingarfelagið hevur móttikið tjúgu fráboðanir frá fólkum um tryggingarskaða í samband við feilin hjá SEV.


- Vit hava fingið umleið tjúgu fráboðanir um el-skaða. Flestu av teimum fráboðanum eru tó um minni tól, sum rootarar, men onkur fráboðanin hevur eisini verið um størri tól, ið hava fingið skaða av tilburðinum.


Vanligt verða allar fráboðanir kannaðar, tá talan er um tryggingarskaðar, men støðan er eitt sindur øðrvísi hesaferð.


- Vanliga kanna vit allar fráboðanir um tryggingarskaðar, óansæð hvussu lítlir teir eru. Men nú vita vit, at ein feilur hjá SEV hevur gjørt skaða á fleiri tól. Tá er ikki neyðugt at kanna teir skaðar, har talan kanska bara er um hundrað krónur. Men vit hyggja eftir teimum skaðunum fyri at tryggja okkum, at talan veruliga er um ein skaða, ið stavar frá hendingini fríggjadagin, sigur Janus Thomsen, stjóri á Trygd.