FÓTBÓLTSPOLITIKKUR
Fyrrapartin í dag, klokkan tíggju, hevur FSF stevnt umboðum fyri fótbóltsfeløgunum til fundar. Talan er um árliga eftirmetingarfundin, sum nógvu tey seinastu árini hevur verið hesa ársins tíðina. Í ár verður fundurin í nýggju FSF húsunum, har fitt av fundarvirksemi og skeiðvirksemi hevur verið, síðani húsini vórðu tikin í nýtslu mikudagin 20. august.
Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini og kappingarstjóri í vaksnamannadeildunum á mannfólkasíðuni, sigur, at bara eitt mál er komið frá feløgunum til fundin. Tað er B71, sum vil hava fundin at viðgera spurningin um flyting millum feløgini. Á hesum fundinum verður eingin avgerð tikin. FSF og feløgini hava møguleika at leggja síni sjónarmið fram og lodda dýpið, um tað er undirtøka fyri broytingum. Um tað er soleiðis, so verður uppskot um broyting lagt fyri aðalfundin, sum plagar at vera seinnapartin av februrar.
FSF ætlar at tosa við feløgini um møguligar broytingar í kappingini og um møguligar nýggjar venjingar og venjaraútbúgvingar.
? Vit fylgja við í tí, sum rørir seg rundanum okkum. Seinastu árini hevur tað verið greitt, at venjaraútbúgvingarnar fóru at verða broyttar. Næsta ár fara grundskeiðini frá A og til E, sum hava verið tað fyrsta, sum nýggir venjarar hava farið undir, at fella burtur, veit Karl Vidtfeldt at siga. Hvussu venjingarútbúgvingin fer at verða skipað í framtíðini fer at verða meiri at frætta um frá útbúgvingarnevndini.
Hvørt fyri seg
Í ár var fyrsta umfarið í landskappingini á skránni mitt í mai. Síðani varð spælt til 9. juli, tá ið 10. umfarið var á skránni. Fyrsta vikuskiftið í august var 11. umfarið á skránni, og so varð spælt inntil fyrsta vikuskiftið í oktober. Fram ímóti summarsteðginum varð spælt mitt í viku tvær ferðir á rað.
? Okkara útspælt til feløgini er, at tað næsta ár verður farið undir landskappingina síðsta vikuskiftið í apríl. Flaggdagurin, 25. apríl, verður sunnudag, og tá halda vit, at tað hevði verið hóskandi at farið undir landskappingina. Men nú fáa vit at síggja, hvat feløgini halda. Tað er eitt nú fyri at fáa sjónarmiðini á borðið, áðrenn endaligu ætlanirnar verða lagdar.
Í FSF hava teir hugsað sær, at umførini í landskappingini næsta ár skulu vera á skránni í vikuskiftunum, og at tað ikki skal verða spælt mitt í viku.
? Tað hevur verið tosað eitt sindur um broytingar í steypakappingini. Hvussu tað verður við hesum, er eitt sindur ilt at siga undan fundinum. Okkara hugsan er, at bólkaspælið skal verða liðugt, áðrenn tað verður farið undir landskappingina, og at fjórðingsfinalan og hálvfinalan kanska skulu spælast mitt í viku, meðan tað verður spælt í landskappingini vikuskiftini hvørju megin við.
Lagt er upp til, at hvørt felagið skal senda trý umboð á fundin í dag, og at tað eru teir og tey, sum hava ábyrgd í feløgunum, sum fara at tosa um framtíðina við umboð fyri onnur feløg og við FSF umboð.