Ætla at selja almennar ognir fyri at fíggja fullveldi

Samgongan ætlar at selja almennar stovnar og fyritøkur fyri at fáa fígging til eina rímiliga skiftistíð. Hetta er tað, sum løgmaður sigur í ólavsøkurøðu síni

?Eg havi sjálvdan verið so spentur sum hesuferð. Men tíverri fekk eg ikki nógv at vita.

Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins sigur, at í nógvar mátar var ólavsøkurøðan hjá løgmanni eitt vónbrot.

? Hesi bæði árini, hendan samgongan hevur sitið, er fullveldismálið farið við øgiligari stórari orku, bæði politiskari og umsitingarligari.

?Og eg hevði vænta at fáa eina greiða fráboðan um, hvat nú skuldi henda. Men tað fekk eg ikki, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann heldur, at hetta er eitt tekin um, at eftir teir tríggjar samráðingarfundirnir, sum hava verið, er fullveldismálið komið í barsilsneyð.

? Og løgmaður torir ikki at seta føðsilin í gongd, tí hann stúrir fyri, hvussu barnið fer at síggja út.

Formaður javnaðarfloksins sigur, at ólavsøkurøðan osar langt vekk av, at løgmaður ræðist úrslitið av fullveldissamráðingunum, og tí roynir hann at draga málið út. Tí gevur hann heldur onki greitt svar uppá, hvat nú skal henda.


Fíggja fullveldi við almennum ognum

Jóannes Eidesgaard heldur kortini, at ein avgerandi, men skelkandi avdúking var í røðuni hjá løgmanni.

Og tað er, at nú tað er greitt, at landsstýrið ikki fær eina rímiliga skiftistíð frá dønum, er ætlanin at selja almennar ognir fyri at samgongan sjálv kann fíggja eina rímiliga skiftistíð.

Tað, sum formaður javnaðarfloksins sipar til, er at í røðuni boðaði løgmaður frá, at ætlanin er at seta ein serligan skiftisgrunn á stovn, har peningur skal setast í, sum so skal brúkast at fíggja eina rímiliga skiftistíð við.

? Samstundis boðaði løgmaður frá, at sakkøn fólk skal setast at gera uppskot um at selja almennar stovnar og fyritøkur.

? Somuleiðis boðaði hann frá privatiseringum í Strandferðsluni og at Postverkið skuldi gerast til privat partafelag, hóast samgongan áður hevur boðað frá, at hon varð blivin samd um tað øvugta.

Jóannes Eidesgaard sigur, at landsstýrið hevur fyrr kunngjørt, at ein ein rímilig skiftistíð er 15 ár.

?Men tað er púra greitt, at danir vilja bara ganga við til fýra ár. Tí ætlar samgongan at stovna sín egna skiftisgrunn.

? Mín spurningur er: Hvaðani skal samgongan fáa peningin frá, sum skal í hendan grunnin, tí onkustaðni skal hann koma frá

Formaður javnaðarfloksins sigur, at tað einasta, sum kann setast í grunnin, er yvirskotið á fíggjarlógini.

? Men tað er munar ikki nógv, tí brúk verður fyri meiri peningi enn so í grunninum.

Jóannes Eidesgaard sigur, at skal skiftistíðin verða 15 ár, skulu fleiri milliardir til, fyri at uppviga tað, sum blokkstuðulin hevði verið hesi árini.

? Ætlanin hjá landsstýrinum at seta sakkøn fólk at meta um virðini av almennum ognum og at gera uppskot um, hvussu tær kunnu seljast, kann tí bara merkja, at ætlanin er at fíggja hendan grunnin við at selja almennar ognir.

?Sostatt er ólavsøkurøðan ein fráboðan um, at landsstýrið ætlar at seta Carragata politikkin í verk, ikki fyri at fíggja uttanlandsskuldina, sum Carragata skeyt upp, men fyri at fíggja skiftisgrunnin.

? Sostatt skal Føroya fólk eisini fyrireika seg til, at teirra ognir, eitt nú Føroya Banki, Framtaksgrunnurin, Føroya Tele, trolararnir í Klaksvík og aðrir stovnar og aðrar fyritøkur, skulu seljast, fyri at fíggja fullveldið.

Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er fólkaflokspolitikkur burturav.

? Sostatt mugu vit eisini einaferð enn staðfesta, at tjóðveldisflokkurin hevur start seg so blindan uppá fullveldið, at hann er til reiðar at seta allar sínar fíggjarligu og samfelagsligu hugsjónir til viks fyri at røkka málinum.

Jóannes Eidesgaard væntar tó, at hetta fer at raka samgonguflokkarnar sum ein boomerang.

? Hvat fer vanligi føroyingurin at siga, tá ið Den Danske Bank hevur keypt Føroya Banka aftur. Tí hvørjir aðrir keyparar eru, spyr hann.

Og hvør fer at keypa Atlantsflog, uttan fyrst og fremst Maersk?

Formaður javnaðarfloksins sigur, at ein annan tanka torir hann ikki at hugsa til endans.

? Landsstýrið hevur fyrr bjóðað dønum oljuna í pant, men tað gekk ikki.

? Hava vit so ikki eisini loyvi at spyrja, um samgongan nú tekur stigið fult út og fer at bjóða altjóða oljufeløgum oljuna í pant fyri at fíggja fullveldið, spyr hann eisini.vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder