Ætla at vera sjónlig í føroyska lestrarlívinum

Nýggja nevndin í MFS hevur sett sær fimm mál, sum tey ætla at náa hetta komandi árið

Meginfelag Føroyskra Studenta hevði hóskvøldið aðalfund í Reinsarínum í Havn. Á aðalfundinum vóru ellivu fólk vald í nýggja ráðið hjá MFS, har fimm av teimum vóru nývald.

 

Fundurin byrjaði við at virkandi formaðurin, Torstein Jóhannes Fríðfinsson, greiddi frá gongdini seinasta árið. Síðani komu landstýriskvinnan, Kristina Háfoss, og løgmansfrúan Katrin Apol, at greiða frá teirra tíð í MFS og hvønn týdning MFS hevði havt fyri tær persónliga, bæði undir og eftir lesnað. Eisini spældi Høgni Lisberg nøkur løg.

 

Nýggja ráðið í MFS, sum savnaðist eftir fundin hóskvøldið, hevur sett sær fimm økir, sum tey ætla at arbeiða við tað komandi árið.

 

Tey fimm økini eru:

  • At leggja trýst á politisku myndugleikarnar um at koma við einari langtíðarætlan fyri føroyska lestrarstuðulin.
  • At virka fyri at fleiri lestrarstørv verða í Føroyum.
  • At tað skulu koma fleiri lestraríbúðir í Føroyum.
  • At gera tað lættari hjá føroyskum útisetum at skráseta seg til løgtingsval, og at styrkja um samstarvið við onnur norðurlondsk lestrarfeløg.
  • At skipa eina sterka nevnd, sum fer at vera sjónlig í føroyska lestrarlívinum.

 

Nýggja ráðið hjá MFS:

Torstein J. Fríðfinsson, formaður

Lív E. Olsen, næstforkvinna

Katrin Fríða Jógvansdóttir, skrivari

Poula Lassen, kassameistari

Bárður Clementsen - ráðslimur

Anne M. Hansen - ráðslimur

Linda Klein - ráðslimur

Helena Jørmundsson - ráðslimur

Terji Beder - ráðslimur

Guðrun Durhuus - ráðslimur

Guðrun Jacobsen - ráðslimur

Tiltakslimir vórðu vald Marjun Lindarstein og Eirikur Sanderson.