Sheik Khaled Bin Zayed Al Nehayan hevur bjóðað eigarunum av Liverpool, FSG, 16,5 milliardir krónur fyri enska stórfelagið. Men amerikumenn vilja ikki selja, skrivar enska Daily Mail.
Ongantíð áður er eitt ítróttarfelag keypt fyri so nógvar milliardir, men kortini eru FSG ikki áhugaðir í boðnum hjá handilsmanninum úr arabisku emiratunum. Sheik Khaled Bin Zayed Al Nehayan er systkinabarn hjá Sheik Mansour, sum millum annað eigur Manchester City.
Tað var um ársskiftið, at umboð fyri arabiska emirin og Tom Werner, formaður í Liverpool, hittust til samráðingar um prísin, men boðini frá Tom Werner vóru greið – ongin orsøk var at tosa nærri við hvørki Sheik Khaled bin Zayed Al Nehayan ella John W. Henry, sum er høvuðseigari í FSG og tí eisini Liverpool.
Felagið sendi tí eisini eitt tíðindaskriv út seinni, har teir gjørdu greitt, at felagið ikki er til sølu.